Spurningum viðvíkjandi el-kaðali til Íslands

20 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hvussu gongur við samstarvinum við íslendskar orku-myndugleikar um at kanna møguleikarnar fyri at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar?

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur Landsstýrið fyri at gera Føroyar minni heft av fossilum orkukeldum?

Viðmerkingar:

Á Norðurlandaráðsfundi seinasta heyst undirritaði Johan Dahl ætlanaryvirlýsing við íslendska samstarvsráðharra sín um at fara undir annað stig í kanningini av at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar.

Tað hevur stóran almennan áhuga, at fáa upplýst hvat hendir á hesum øki. Hvat verður eftir ætlan næsta stig og hvør er tíðarætlanin? Tað er ótrúliga umráðandi skjótt at fáa staðfest, um ein el-kaðal til íslands er eitt veruligt alternativ.

Í 2012 innfluttu Føroyar olju fyri 1,3mia kr, í 2006 var hetta tal 670mió kr, tvs at í virði er talan um tvífaldan uppá 6-7 ár.

Tølini vísa tó, at nýtslan nærum stendur í stað. Í ár 2000 brúktu vit íalt 220.000 tons av olju og í 2011 var nýtslan 218.000 tons. Serliga er tað fiskivinnan, ið hevur minkað sína nýtslu, frá 94.000 til 59.000 tons.

Skip íalt, tvs fiskiskip og onnur skip, brúka í 2012 íalt 90.000tons av olju - og harvið standa skipini fyri uml 40% av samlaðu oljunýtsluni. Sostatt sæst, at fiskivinnan hevur tillagað seg mest, meðan nýtslan á landi er óbroytt seinastu árini. Tað má staðfestast, at tað gongur alt ov seint við at minka um bundni av olju sum orkukeldu á landi.

Alt bendir á, at oljuprísurin bara fer at hækka í framtíðini, og tí fara útreiðslurnar til orku - bæði fyri land, kommunur, virkir og húsarhald - at gerast ein ovurhonds tungur postur, um ikki okkurt veruliga munadygt átak verður gjørt skjótt.

Í sambandi við at Halldór Ásgeirson, fyrrverandi íslendski forsetin, í 2005 vitjaði Jóannes Ejdesgaard Løgmann, varð møguleikin fyri kaðalsambandi millum Føroyar og Ísland til flutning av elorku umrøddur. Hetta hevði við sær, at Vinnumálaráðið heitti á Jarðfeingi um at gera innleiðandi metingar av fíggjarliga, tøkniliga og lógliga grundarlagnum fyri at flyta elorku úr Íslandi til Føroyar. Jarðfeingi og íslendski orkumyndugleikin gjørdu eina forkanning í 2007 av at leggja ein el-kaðal millum londini, og tann varliga metingin segði, at tað kom at kosta einar 2,7mia at gera íløguna. Talan er um eitt umleið 450 km lang kaðalsamband umframt umformarastøðir í Íslandi og í Føroyum. Afturat hesum verður neyðugt at styrkja føroyska elkervið til øktu mongdirnar av elorku, umframt at ein trygdarskipan fyri kaðalbrot má setast í verk.

Um kostnaðarmetingina segði frágreiðingin hjá Jarðfeingi, at 100MW kaðalsamband og transformatorstøðir verða mett at kosta 2.000 mió DKK. Styrking av elkervinum í Føroyum og uppbygging av nøktandi backupskipan (fyri kaðalbrot) verður mett at kosta 700 mió DKK. Samlaða íløgan er tá mett at verða umleið 2.700 mió DKK.

Í samandráttinum av frágreiðingini skrivar Jarðfeingi at enda: “Hesar fyrstu metingarnar eru áhugaverdar, men tað er neyðugt, at málið um elkaðal úr Íslandi verður viðgjørt saman við øðrum møguleikum at minka um oljunýtsluna og útlát av veðurlagsgassum við atliti til veitingartrygd og búskap.”

Nú eru 6 ár liðin síðan kanningin hjá Jarðfeingi varð gjørd, og tølini eiga sjálvsagt at kannast av nýggjum, tí tøkniliga menningin hevur ofta við sær, at kostnaðirnir minka. Um vit bara taka føroysku oljunytsluna á landi, so svarar hon í virði til uml 700mió kr árliga. Seta vit tað einfalt upp, merkir tað, at talan er í veruleikanum bara um trý ára nýtslu, so er kaðalin vunnin innaftur.

Tí má tað sigast at verða umráðandi at fara undir næsta stig í kanningini av at leggja el-kaðal úr Íslandi til Føroya, so øll tøk vitan fæst til vega. Saman við øktari vitan um aðrar møguleikar fyri at minka um oljunýtsluna, eiga vit tá at hava grundarlag fyri at taka endaliga støðu um hvør skilabesta framtíðar loysn verður á okkara orkuveiting.

Á Løgtingi, 16. Apríl 2013

Gunvør Balle,

Løgtingskvinna

Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 40/2012, viðvíkjandi el-kaðali til Íslands.

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu gongur við samstarvinum við íslendskar orku-myndugleikar um at kanna

møguleikarnar fyri at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar?

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið fyri at gera Føroyar minni heft av

fossilum orkukeldum?

Svar:

Til sp. 1

Sum landsstýrismaður í vinnumálum undirritaði eg eitt Memorandum of Understanding í fjør heyst, har landsstýrið og íslendska stjórnin eru samd um at kanna møguleikan fyri einum el-kaðali millum londini. Avtalað varð, at úrslitini av kanningini skulu liggja klár 1. januar 2014. Samstarvið hevur gingið væl, og semja er funnin um innihaldið og arbeiðsætlanina. Arbeiðið er nú lagt til orkustovnarnar báðar, Jarðfeingi og íslendska Orkustofnun. Arbeiðssetningurin er í stuttum at kanna tøkniligu møguleikarnar og búskapin at leggja ein el-kaðal millum londini. Ætlanin er at byggja víðari upp á kanningina frá 2007, men endurskoða og dagføra tøkni og kostnaðarmetingina. Talan er um framleiðslu, transformarastøðir, kaðal og kaðallegging umframt móttøkustøð og møguliga styrking av føroyska el-kervinum.

Seinastu tíðina eru fleiri stórar verkætlanir við el-kaðalum framdar og menningin hevur veruliga tikið dik á seg, og nógvir av fortreytunum frá fyrru kanningini eru broyttir, og tí er ikki vist, at niðurstøðurnar eru tær somu.

Landsstýrið hevur eisini skotið upp, at kanningin fevnir um eina greining av veitingartrygdini á kaðalinum og teimum trygdarpolitisku atlitunum. Tað hevur sjálvandi týdning fyri okkum sum tjóð, um Føroyar binda í ein el-kaðal, og vit leggja orkuútbyggingarnar hareftir. Vit mugu eisini gera upp við okkum sjálvi, um vit ynskja, at bróðurparturin at okkara el-framleiðslu kemur frá einum uttanlandssambandi. Semja er um, at hesi viðurskifti kunnu verða viðgjørd í sambandi við kanningina.

Til sp. 2.

Landsstýrið lat av hondum Heildarætlanin fyri elorkuøkið í 2011, ið serliga vísir á møguleikan at leggja um upphiting av t.d. sethúsum og vinnubygningum til el-orku og samstundis minka um nýtsluna av olju í føroysku el-framleiðsluni. Ein røð av átøkum eru eisini framd í verki í hesum sambandi, m.a. er lógarverk gjørt til at skipa marknaðin fyri jarðhita, umframt at eitt útboð av vindorku er framt, sum vil trífalda vindorkuna á føroyska netinum og økja vindorku lutin til uml. 23% av samlaðu el-framleiðsluni.

2 / 2

Vinnumálaráðið hevur eisini sett ein arbeiðsbólk við umboðum frá Jarðfeingi og SEV umframt aðrari serfrøði at gera eina ítøkiliga ætlan fyri framtíðar útbyggingar innan el-framleiðslu og el-net umframt broytingar innan el-nýtslu. Hetta arbeiðið verður liðugt 1. juli. Fyribils niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum eru, at um Føroyar skulu gerast minni heft av fossilum orkukeldum, so er neyðugt at hyggja at trimum yvirskipaðum økjum: 1) upphiting, 2) flutningur á landi og sjógvi og 3) el-framleiðsla. Innan fyri hvørt øki eru fleiri viðkomandi ætlanir og átøk.

Umleið ein fjórðingur av allari oljuni, sum verður nýtt í Føroyum, verður nýtt til upphiting. Tað er tí greitt, at um vit skulu gerast minni heft at innfluttari olju, so mugu føroysk húsarhald og fyritøkur vera sinnað at leggja um frá oljufýri til grøna upphiting. Skulu tey gera tað, so má ein umlegging loysa seg fyri tey.

Í løtuni er ein íløga í eina grøna orkuskipan búskaparliga skilagóð. So hvørt sum oljan dýrkar ella tøknin betrast, so gerst búskapurin betur í eini grønari orkuloysn. Ein ávís umlegging fer tí longu fram, men hon er ikki eins skjót og ynskiligt var. Grøn orkutøkni er dýr og skal kappast við oljufýr, og sannroyndin er at oljufeløgini kunnu selja sína útgerð fyri sera lágar prísir í vón um vinning frá framtíðar sølu av olju. Um politiska skipanin ynskir eina skjóta umlegging frá olju til varandi orku, er sannlíkt neyðugt at seta stuðulsskipanir í verk fyri at stimbra nýtsluna av grønum orkuskipanum. Land og kommunur kunnu eisini gera sín part við at nýta grønar orkuskipanir í øllum nýggjum almennum bygningum og í størstan mun leggja um til grøna orku í eldri bygninum.

Ein onnur stór avbjóðing innan elektrifisering, er flutningur á landi og sjógvi. Her mugu vit tíverri staðfesta, at tøkniliga menningin ikki hevur gingið eins skjótt og væntað - enn eru sera fá, búskaparliga skilagóð alternativ til fossil brennievni innan hesar sektorar. Her er tó týðandi at fylgja við tøkniligu gongdini og áhaldandi viðvirka til effektivisering og orkusparing.

Føroyska el-framleiðslan stendur fyri umleið einum sætta parti av allari innfluttari olju. Sum nú er, verða umleið 35% av elorkuni í Føroyum framleidd úr varandi orkukeldum. Í framleiðsluni er tí eisini neyðugt at fáa meira grøna orku inn. Vindur, vatn, pumpuskipanir og sjóvarfall skulu í framtíðini veita føroyingum størsta partin av okkara el-orku úr varandi orkukeldum.

Sum lítið oyggjaland mugu vit tó eisini síggja í eyguni, at vit koma at vera tengd at oljuni - um ikki annað so til backup - í fleiri ár aftrat. Tað er tó týðandi, at vit seta ambitiøs og munagóð tiltøk í verk til tess at minka um nýtsluna av olju. Slíkar broytingar taka langa tíð - og neyðugt er at byrja beinanvegin, um vit ynskja at síggja størri framstig í komandi tíðum. Um landið veruliga ynskir at gerast minni heft at innfluttari olju, so skulu tung og dýr tøk takast í næstum. Landið má vera sinnað at finna fígging til at skunda undir hesa tilgongd og vera ein aktivur viðspælari í verkætlanum, sum kunnu økja orkuframleiðsluna úr varandi keldum.

Johan Dahl