Spurningar um verju av drunnhvítastovnininum í Nólsoy svaraðir

3 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1) Hvat fer landsstýrið at gera til tess at verja drunnhvítastovnin í Nólsoy ímóti rottum?

2) Hvørji tiltøk eru sett í verk, at basa rottuni, so hon ikki fær fótin fyri seg í Nólsoy, og at hon ikki kemur í oyggjar, har hon ikki er í dag?

3) Hvør hevur evstu ábyrgd av, at trupulleikin verður loystur?

4) Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at átøk verða framd, sum forða fyri, at rotta verður flutt við pallum, bingjum og skipum, ið flyta fólk og farm út á oyggjar, har eingin rotta er?

5) Nær væntar landsstýriskvinnan, at neyðug tilbúgving og verndartiltøk eru upp á pláss, so rottan ikki fær høvi at gera seg inn á drunnhvítan og annan fugl í Nólsoy?

Viðmerkingar
Tað verður einki minni enn ein umhvørvissorgarleikur, fær rottan fótafesti í Nólsoy.
Tíverri er longu staðfest, at rotta er komin í oynna. Fyrst varð rotta sædd á sumri í fjør, og snimma í ár vóru rottuspor funnin í kavanum inni í bygdini. Síðani hava náttúru¬áhugað og fakfólk gjørt eitt stórt arbeiði at finna rottuna, at leggja eitur og seta fellur í Nólsoy.

Náttúruserfrøðingar meta, at rottan kann gera óbótaligan skaða á drunnhvítastovnin umframt annan fugl, sum lunda og skráp. Sambært fuglafrøðingum so týndi rottan drunnhvítan og meginpartin av skrápi og lunda, tá hon kom í Viðoynna fyri 100 árum síðani. Alla staðni, har rotta er, ger hon seg inn á fuglastovnarnar. Hetta er nakað, vit undir ongum umstøðum mugu loyva hendir í Nólsoynni.

Altjóða ábyrgd
Í Nólsoy finst størsta drunnhvítabøli í heiminum, sum hýsir áleið 50% av heimsins drunnhvítum. Talan er um 200.000 pør av hesum sjáldsama sjófugli, sum vit eru so heppin framvegis at hava sum partur at okkara náttúrugivna ríkidømi til stóra gleði og áhuga - eisini hjá ferðafólki. Tað má vera millum okkara fremstu skyldur at verja henda sjófugl, bæði sum part av lívfrøðiliga margfeldi okkara og sum ein altjóða skylda.

Land uttan náttúruverndarlóg
Føroyar hava tíverri onga náttúruverndarlóg. Nakað, sum er fullkomiliga óskiljandi fyri eitt land við so stórum og ríkum náttúrutilfeingi, og sum vit eru so beinleiðis atknýtt í meginpartinum av øllum dagligum lívi og virkni her heima. Ein av mongum avleiðingum av manglandi náttúruverndarlóggávu er, at eingin yvirskipað og væl virkandi fyribyrgingarætlan er fyri til dømis at fyribyrgja, at rottan spjaðir seg til tey pláss, har hon ikki er í dag.

Vísandi til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 130/2009 “Uppskot til samtyktar um náttúruverndarlóg og skráseting av lívfrøðiligum margfeldni”, so hevur Løgtingið ferð aftaná ferð staðfest, at lívfrøðiliga margfeldnið í náttúruni skal verjast. Løgtingið skal í hesi tingsetuni staðfesta, hvørt tað hevur vilja at heita á landsstýriskvinnuna um at koma við náttúruverdarlógini, sum arbeitt hevur verið við í fleiri ár, og sum fleiri ferðir hevur verið send til hoyringar, men sum landsstýrið higartil hevur valt, ikki at raðfesta.

Vit hava eina rottulóg, men lógin, sum er frá 1962, er gomul og ótíðarhóskandi.

Landsins ábyrgd
Hóast tað at basa rottuni, sum so er ein kommunal uppgáva, so eiga landsins myndugleikar at kenna eina stóra altjóða ábyrgd fyri, at neyðug tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt at verja drunnhvítastovnin. Eisini má landið tryggja, at tað ikki verður orsakað av tørvandi peningi, at neyðug átøk ikki verða framd.

Sjálvboðin hava tikið hetta álvarsmál upp. Fundur hevur verið við Tórshavnar kommunu, og ávís tiltøk eru sett í verk. Spyrjarin er av teirri greiðu fatan, at neyðugt er, at myndugleikin við evstu ábyrgd av náttúruvernd tryggjar, at ein miðvís tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri at verja drunnhvítastovnin, at týna rottuna í Nólsoy og fyribyrgja, at hon ikki kemur í rottuleysu oyggjarnar.


Á tingfundi 8. apríl 2010 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at spurningurin skal svarast.
Á tingfundi 29. apríl 2010 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1:
Tað kemur meira enn so fyri, at fráboðanir eru at hoyra í almenna rúminum um, at rotta antin er sædd ella møguliga sædd í Nólsoy. Slíkar fráboðanir mugu takast í størsta álvara, bæði tí at Nólsoyggin higartil hevur verið tald millum tær fáu rottuleysu oyggjarnar, sum eftir eru í landinum, og tí at oyggin hýsir ein av heimsins størstu drunnhvítastovnum.

Landsstýriskvinnan í innlendismálum varðar av kunngerðini um oyðing av rottu, sum er frá 1962. Sambært kunngerðini liggur rottutýningaruppgávan hjá kommununum, meðan eftirlitið við, at kommunurnar halda sína rottutýningarskyldu liggur hjá einum landsstovni, nevniliga Búnaðarstovuni.

Innlendismálaráðið hevur ikki fingið nakra fráboðan frá Búnaðarstovuni um, at rottu¬kunn¬gerðin ikki er nøktandi karmur um rottutýningina. Innlendismálaráðið hevur heldur ikki fingið nakra fráboðan um, at Tórshavnar kommuna ikki røkir sína rottutýn¬ingar¬uppgávu úti í Nólsoy á nøktandi hátt. Hinvegin hevur landsstýriskvinnan fyri kortum fingið upplýsandi tilfar frá Bergi Olsen, fuglafrøðingi á Havstovuni, um, at Tórshavnar kommuna saman við øðrum arbeiðir við at gera eina serliga tilbúgvingarætlan at fyribyrgja rottu út í Nólsoynna.

Lands¬stýriskvinnan er samd við øll tey, ið vísa á, at júst fyrilit fyri at verja drunn¬hvíta¬stovnin móti oyðandi avleiðingum av rottu í oynni eiga at hava við sær, at ein herd rottufyribyrging verður skipað og í øðrum lagi, um rotta verður staðfest, at ein skjót og herd oyðing eisini verður sett í verk av fólki, sum hava serkunnleika til skipaða rottutýning, og sum eru staðkend í oynni.

Til spurning 2:
Sum nevnt omanfyri, so er landsstýriskvinnan fyri kortum kunnað um, at Tórshavnar kommuna er farin í holt við at menna eina serliga tilbúgvingarætlan fyri ávikavist at fyribyrgja, at rotta kemur út í Nólsoynna og fyri at niðurberja møguliga rottu í oynni.

Júst hvørjar rottutýningarskipanir tær einstøku kommunurnar í landinum hava, veit eg ikki, men eg fari at heita á Umhvørvis¬stovuna um, saman við Búnaðar¬stovuni sum yvirskipaðum eftirlitsmyndugleika, at fáa eitt yvirlit yvir tey átøk, sum kommunurnar gera fyri at niðurberja rottu og annars at halda henni burtur frá rottuleysu oyggjunum.

Til spurning 3:
Tað er landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, ið varðar av lóggávuni um oyðing av rottu, sum er ásett í kunngerðini frá 1962. Uppgávan at niðurberja rottu liggur hjá kommununum meðan yvirskipaða eftirlitið við rottutýningini liggur hjá Búnaðarstovuni, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum.

Til spurning 4:
Tað er sera umráðandi fyri náttúruverndina og heilsufrøðiligu viðurskiftini hjá fólki at fyribyrgja, at rotta fær fótafesti á oyggjum, har eingin rotta er í dag. Hetta er ikki minst galdandi fyri at verja drunnhvítastovnin og aðrar fuglastovnar.

Fyri at tryggja eina dygga fyribyrging mugu nógv átøk setast í verk í mun til ymiskt virksemi, ið hevur við sær vanda fyri, at rotta kann koma í rottuleysu oyggjarnar. Nevnast kann farmaflutningur, flyting av burturkasti, uppankring av skipum nær hesum oyggjum, skip og bátar, ið leggja at bryggju, o.s.fr.

Eg fari tí at heita á Umhvørvisstovuna um at gera eina støðulýsing av rottutrupulleikunum í landinum, at kanna eftir, um verandi lóggáva framvegis er hóskilig og at samskipa eitt arbeiði, har funnið verður fram til bestu hættir at fremja fyribyrging og týning av rottu í øllum landinum og ikki minst í økjum ella á oyggjum, sum krevja serliga verju. Í hesum arbeiði er tað sera umráðandi, at allir partar í málinum koma til orðanna, og at kommunurnar vísa á, hvørjar góðar og minni góðar royndir tær hava við rottutýning. Grundað á hesa støðulýsing fari eg at taka støðu til, um neyðugt er at broyta og betra um lógar¬grundarlagið, sum rottutýningin í landinum er skipað eftir í dag.

Til spurning 5:
Eg veit ikki um tilbúgvingarætlanin hjá Tórshavnar kommunu at fyribyrgja og týna rottu úti í Nólsoy er sett í verk. Hesin spurningur, eins og aðrir, verða partur av tí greiningararbeiði, sum eg fari at heita á Umhvørvisstovuna um at standa fyri og samskipa.