Munnligur fyrispurningur til John Johannesen, landsstýrismann í útlendingamálum
viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi á føroyskum virkjum
- Hvussu nógvir úlendingar, uttan fast uppihaldsloyvi, arbeiða í løtuni í Føroyum?
- Hvussu nógvir av hesum, arbeiða eftir øðrum sáttmálum enn teimum, sum eru galdandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin?
- Hevur landsstýrismaðurin yvirlit yvir fyritøkur, sum hava fingið serstøk loyvi at taka inn útlendingar eftir sonevndu montørregluni, og í hvønn mun verður kannað, hvørt føroysk arbeiðsmegi kundi loyst uppgávurnar, áðrenn hesi serstøku arbeiðsloyvini verða givin?
Viðmerkingar
Spurningarnir verða settir til tess at fáa greiðu á, í hvønn mun føroyski útlendingamyndugleikin hevur yvirlit yvir og innit í útlendska arbeiðsmegi, sum kemur til landið, og hvørjum sáttmálum, hesir arbeiða eftir.
Í seinastuni hevur fleiri ferðir verið at hoyrt um útlendska arbeiðsmegi, sum kemur til landið eftir sonevndu montørregluni, at útføra ávís arbeiði. Fleiri útlendskar fyritøkur hava eisini vunnið útboð uppá føroyskar byggiverkætlanir, og er nakað av útlendskum arbeiðstakarum sum skilst komnir higar í hesum sambandi.
Samstundis ganga omanfyri 1500 føroyingar arbeiðsleysir. Og við so mongum hondum uttan arbeiði, er umráðandi, at tøkt arbeiði fyrst og fremst verður latið teimum, í so stóran mun, sum til ber.
Tað er sera umráðandi, at føroyskir myndugleikar hava yvirlit yvir hvussu mong útlendsk arbeiðsfólk eru í landinum, eftir hvørjum sáttmálum tey arbeiða og hvørjum arbeiðsumstøðum, tey arbeiða undir.
Tjóðveldi hevur í áravíst víst á, hvussu umráðandi tað er, at yvirtaka útlendingamál soleiðis, at føroyskir myndugleikar hava fulla ábyrgd av, innlit í og møguleika at leggja til rættis ein útlendingapolitikk, sum er til gagns fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, vinnuna og samfelagið sum heild.
Á Løgtingi 15. august 2011
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Munnligur fyrispurningur til John Johannesen, landsstýrismann í lógarmálum,
viðvíkjandi varðhaldsfongsling og nýggjari rættargangslóg
- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fáa sett rættargangslóg í gildi, sum greitt ásetir, at tað ikki skal bera til at sita nærum óavmarkað í varðhaldi, uttan ákæru og dóm?
- Hví er rættarskipanarnevndin, sum skal gera uppskot til grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar, og endurskoða revsilógina, enn ikki sett?
Viðmerkingar
Í miðlunum, fremst Dimmalætting, hava vit fylgt rættuliga skelkandi søguni um ein mann, sum hevur sitið 469 dagar í varðhaldi, áðrenn loksins ákæra nú er reist, og málið komið fyri rættin í skrivandi stund.
Hetta tykist sum brot á alla sømiligheit fyri eina rættarskipan, sum eigur at tryggja grundleggjandi mannarættindi, eisini fyri tann, sum hevur gjørt eitthvørt revsivert. Ein rættargangslóg eigur sjálvandi at hava eitt heilt greitt ásett mark fyri, hvussu leingi fólk kunnu sita avbyrgd og hvussu leingi tey kunnu sita í varðhaldi uttan ákæru og dóm.
Løgtingið samtykti í vár, eftir uppskoti frá Kára á Rógvi, tingmanni og undirritaðu, eina lóg sum ásetir, at rættarskipanarnevnd skal setast at orða eina føroyska rættargangslóg umframt uppskot til neyðugar broytingar í revsilógini. Tíðandi partur av hesum arbeiði er júst reglur um varðhaldsfongsling, soleiðis, at tað ikki longur skal vera loyvt, at hava fólk óneyðuga leingi í varðhaldi. Umráðandi er, at hetta arbeiði kemur í gongd sum skjótast.
Á Løgtingi 16. august 2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

