Spurningar um Skálafjarðatunnilin

1 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, um privatiseringina av Skálafjarðatunlinum.

- Hvørjar metingar vórðu gjørdar av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu styrkini hjá P/F Skálafjarðatunlinum, áðrenn lógin, sum gav felagnum einkarætt til verkætlanina, varð løgd fram?


- Hvussu nógvan pening hevur landsstýriskvinnan nýtt at fyrireika sáttmála við privata felagið?


- Ætlar landsstýriskvinnan nú at bjóða tunnilin út, ella umhugsar hon aðra loysn, sum at lata tað almenna byggja tunnilin?

Viðmerkingar
Í sambandi við viðgerðina av løgtingslógini um einkarætt til undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (l.m. 161/2009), vísti minnilutin í álitinum hjá Rættarnevndini á: “Tað hevur í nevndarviðgerðini ikki heldur borið til at fáa eina meting av, hvørt felagið, sum fær einkarættin, er nóg væl fyri fíggjarliga, fakliga og í mun til fyrisiting av verkætlan av hesi stødd. Bert eitt sterkt felag fær lagalig lán, og megnar at standa fyri so stórari uppgávu sum hesari. Er felagið ikki nóg sterkt, so er tað í sjálvum sær ein forðing fyri, at verkætlanin gerst veruleiki.”


Talan er um størstu íløgu í okkara samferðslukervi nakrantíð. Og tí var tørvur á at fáa lýst væl og virðiliga, hvørt felagið, sum fekk hesa risa uppgávu, var ført fyri at lyfta hana.


Undir nevndarviðgerðini var m.a. komið fram, at als ikki var vist at annar eigarin – EIK-grunnurin – fór at seta pening í verkætlanina. Greitt var, at aðrir eigarar skuldu inn, hvørjir hesir fóru at vera, visti eingin. Lógin, sum gav P/F Skálafjarðatunlinum, sum EIK-grunnurin og LÍV tá áttu, varð samtykt 12. mai 2010.

Minnilutin skrivaði eisini í álitinum: “Tá landið kortini velur at lata privat átaka sær størstu útbygging í infrakervi okkara nakrantíð, má eitt minsta krav vera, at verkætlanin verður boðin út. Úbjóðing hevði verið einasti háttur, at landið kundi tryggja sær, at undirsjóvartunnilin varð gjørdur við lægst møguligu forrentning av eginogn og bíligastu fígging, soleiðis at landsins borgarar ikki skulu gjalda ein óneyðugan ovurprís.”

Uppskotið at bjóða tunnilin út varð felt.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna


Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, um bygging av Skálafjarðatunlinum.


- Er landsstýriskvinnan sinnað at lata tað almenna byggja og reka Skálafjarðatunnilin?


- Er landsstýriskvinnan sinnað at leggja tunlarnar saman í eitt felag, og lata eitt sterkt tunnilsfelag standa fyri rakstri og byggingum av øllum undirsjóvartunlunum í Føroyum?


- Er landsstýriskvinnan sinnað at lata Bank Nordik koma inn og fíggja tunnilin, so verkætlanin kann verða sett í gongd sum skjótast?

Viðmerkingar:
Sambært Degi og Viku, hevur landsstýriskvinnan í samferðslumálum fingið eitt tilboð á borið frá Bank Nordik um fígging til Skálafjarðatunnilin. Allar útrokningar vísa, at Skálafjarðatunnilin fíggarliga er ein trygg íløga, tí ferðslugrundarlagið er somikið høgt, at brúkaragjøldini lættliga fíggja lánsútreiðslur og rakstur av tunlinum. Og, verður prísurin settur til á leið tað sama, sum tað í dag kostar at koyra gjøgnum hinar undirsjóvartunlarnar, so gevur tunnilin eitt fitt yvirskot. Hetta yvirskotið, sum landsstýrið hjá ABC higartil hevur ynkst skuldi fara sum yvirskot til privat partafelag, ber í staðin til at nýta til at at fíggja aðrar neyðugar útbyggingar av samferðslukervinum, eitt nú Sandoyartunnilin. CHE-samgongan hevði ta ætlan, at yvirskotið, sum annars hevði farið til privata felagið, í staðin kundi vera við til at fíggja Sandoyartunnilin. Tekur landsstýriskvinnan eisini undir við henni, átti fyrireikingarnar til byggingin av einum almennum Skálafjarðatunli verið settar í gongd alt fyri eitt.


Á Løgtingi 1. Februar 2011


Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna