Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann, viðvíkjandi Arbeiðseftirlitinum
- Hvørjar arbeiðsuppgávur, sum Arbeiðseftirlitið higartil hevur røkt, metir landsstýrismaðurin tað vera forsvarligt at skerja burtur?
- Á hvønn hátt hevur landsstýrismaðurin tryggjað, at galdandi arbeiðsumhvørvislóg við tilhoyrandi kunngerðum kunnu haldast, tá Arbeiðseftirlitið varð skert munandi?
- Fyriliggur ein greið ætlan fyri, hvussu Arbeiðseftirlitið skal virka aftaná skerjingarnar og samanlegging við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni?
Viðmerkingar
Í vikuskiftinum segði landsstýrismaðurin við Kringvarpið, at hann nú fer at taka málið um stóru skerjingina av Arbeiðseftirlitinum og samanlegging av hesum stovni við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna upp til nýggja politiska viðgerð.
Tað hendir eftir, at fleiri hava víst á álvarsamar avleiðingar av, at Arbeiðseftirlitið er skorið munandi. Føroya Arbeiðarafelag hevur í brævi til Vinnumálaráðið og til vinnunevnd Løgtingsins eisini víst á, at tað er í stríð við lógina um arbeiðseftirlit, at lógarálagdar eftirlitsuppgávur verða spardar burtur.
Arbeiðseftirlitið hevur eina lógarásetta skyldu við eftirliti, ráðgeving og leiðbeining at fyribyrgja, at fólk koma til skaða á arbeiðsplássum. Talan er millum annað um eftirlit við arav vandamiklari úbeiðsamboðum og vandamiklari útgerð, trýsttangum, frysti og køliútgerð, skaðiligum evnum, fyribyrging móti krabbaelvandi umhvørvi, handfaring av spreingievnum osfre.
Tá eftirlitið er tvungið at siga fleiri sentralum starvsfólkum úr starvi, er ikki trupult at síggja fyri sær, at eftirlitið ikki kann røkja somu uppgávur, sum áður. Og vandi er fyri fleiri arbeiðsólukkum.
Verða tveir so tíðandi stovnar sum Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan lagdir saman, samstundis, sum stórar sparingar verða framdar, má roknast við, at tað fyriliggur ein væl útgreinað og ítøkilig ætlan fyri, hvussu uppgávurnar hjá stovnunum báðum framhaldandi verða røktar. At landsstýrismaðurin nú tekur málið uppaftur til politiska viðgerð, kann geva ta fatan, at ein slík fyrireikandi ætlan ikki fyriliggur.
Hoyvík 21.02.2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til John Johannessen, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi stýrisbólki fyri Krabbameinsætlanina.
- Nær fer landsstýrismaðurin at seta tvørfakliga stýrisbólkin, sum skal ráðgeva og skunda undir, at átøkini í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar, verða framd í verki?
Viðmerkingar:
Í oktobur 2009 fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum handað Krabbameinsætlanina fyri Føroyar. Hetta er eitt rúgvusmikið og dygdargott arbeiði, sum starvsfólk í heilsuverkinum vfl hava lagt fyri dagin. Í ætlanini er ein røð av neyðugum átøkum, sum skulu bøta munandi um bæði viðgerð og umstøður hjá krabbameinssjúklingum, eins og at styrkja fyribyrgjing móti krabbameini.
Fyri júst einum ári síðani - í februar 2010 - var Krabbameinsætlanin til aðalorðaskiftis í Løgtinginum, har hon fekk eina sera jaliga viðgerð.
Landsstýrismaðurin hevur givið lyfti um at seta ein tvørfakligan stýrisbólk, sum skal tryggja, at átøkini í Krabbameinsætlanini verða framd í verki. Hesin arbeiðsbólkurin skal millum annnað ráðgeva landsstýrismanninum og Heilsumálaráðnum.
Stýrisbólkurin skuldi eftir ætlan verða settur í 2010. Men tað hendi ikki. Móti ársenda í fjør varð sum skilst hoyringsskriv til reglugerð fyri stýrisbólkin sent ymiskum pørtum til hoyringar. Men síðani hevur einki verið at frætt.
At ein stýrisbólkur kemur at virka, hevur stóran týdning fyri realiseringina av Krabbameinsætlanini og fyri, at átøkini verða raðfest skilabest. Ráðgeving frá einum fakliga sterkum stýrisbólki fer uttan iva eisini at gera tað lættari at fáa Løgtingið at gera neyðugu fíggjarligu raðfestingarnar til krabbameinsøkið.
Hoyvík 22.02.2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

