Spurningar um manglandi tilfeingisinntøkir og ætlanum við Húsalánsgrunninum

25 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um ætlanir við Húsalánsgrunninum

1. Hvørjar ætlanir og visjónir hevur landsstýrismaðurin fyri Húsalánsgrunnin ?

2. Fer Húsalánsgrunnurin at bjóða út realkreditlánsbrøv í næstum ?

3. Eru ætlanir um at Realurin og Húsalánsgrunnurin fara at samstarva í nærmastu framtíð ?

4. Eru ætlanir um at gera eina óhefta meting av, hvørt tað vil geva føroyingum betri og bíligari fígging at skipa ein føroyskan realkreditmarknað ?

Viðmerkingar
Í fjør samtyktið minnilutasamgongan saman við Tjóðveldi og Framsókn at umskipa Húsalánsgrunnin og geva hesum nýggjar og dagførdar heimildir. Hetta skuldi eitt nú lata upp fyri, at Húsalánsgrunnurin í nógv størri mun enn áður skuldi kunna veita alternativa bústaðarfígging og skapa økta kapping á fíggjarmarknaðinum.


Nakrar bústaðarverkætlanir eru við at síggja dagsins ljós av hesum áðum, men enn er ikki greitt, hvørt Húsalánsgrunnurin fer at kunna bjóða seg fram tá umræður realkreditlánsbrøv.


Eisini er Realurin ein týðandi leikari á føroyska fíggjarmarknaðinum. Áhugavert hevði verið at frætt, um ætlanir eru at skipa eitt samstarv millum Realin og Húsalánsgrunnin, sum í felag kundu verið ein munandi sterkari leikari í føroyska fíggjarheiminum.


Hartil frættist herfyri, at danskur stovnur hevði mett, at Føroyar ikki skuldu skapa egnan realkreditlánsbrævamarknað.
Ynskiligt hevði tó verið at fingið eina heilt óhefta meting gjørda hesum viðvíkjandi. Tað hevur jú víst seg, at føroysk lánsbrøv, ið landsstýrið bjóðar út, hava verið ein væleydnaður máti at fíggja lántøku landsins. Áhugavert hevði tí verið at fingið óhefta meting gjørda, ið endaliga fekk staðfest, hvørt tað hevði givið eina lægri rentu og samfelagsliga meining, um skipaður varð ein føroyskur realkreditlánsbrævamarknaður – ella um hetta ikki er vegurin at fara.


Fyri at fáa greiðu á hesum spurningi, verða spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 25. september 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi


Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um týdningin av manglandi tilfeingisinntøkum í 2012

1. Hví hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðað frá, at tað ongan týdning hevur um 128 mió. kr. í tilfeingisinntøkum koma í landskassan í 2012 ella ikki ?

2. Er landsstýrismaðurin samdur í, at um landið ikki fær 128 mió. kr. inn í tilfeingisgjaldi, so sum ætlað og fráboðað varð, so kemur hallið í 2012 at verða tilsvarandi størri enn ætlað varð ?

3. Er landsstýrismaðurin samdur í, at landið má økja skuldina samsvarandi manglandi tilfeingisinntøkunum, og at hetta inniber øktar rentuútreiðslur ?

4. Hvussu nógv metir landsstýrismaðurin at tað kostar landinum í mistum beinleiðis og óbeinleiðis inntøkum í 2012, um 50.000 tons av makrelkvotuni í Føroyum ikki verða fiskað ?

5. Er ætlanin at broyta mátan at fáa til vega tilfeingisinntøkur í 2013 ? Um ja, hvussu ?

Viðmerkingar
Landsstýrið valdi at áseta ávíst tilfeingisgjald í samband við makrelfiskiskapin í 2012. Fleiri ferðir hava løgmaður og hava samgongutinglimir víst á, at hallið í 2012 fór at gerast minni enn fíggjarlógin vísti, tí semja var um, at fáa til vega tilfeingisinntøkur á 128 mió. kr. Løgmaður útnevndi hetta enntá at verða størsta “sosialpolitiska átakið” í søgu Sambandsfloksins.


Tann leistur, ið samgongan valdi í samband við makrelfiskiskapin hevði nógvar sera óhepnar fylgjur. Fyri vinnuna, landið og føroyingar. Ein av hesum avleiðingum var, at landskassin fær munandi færri tilfeingisinntøkur enn ætlað og væntað.


Hóast hetta, so hava bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og løgmaður alment boðað frá, at teir nú ikki meta tað hevur nakað at siga, um landið fær hesar 128 mió. kr. í inntøkum ella ikki í 2012.


Ein ómetaliga undarlig og óskiljandi niðurstøða.


Tí færri inntøkur merkja eitt nú størri hall, størri skuld og hægri rentuútreiðslur. So sjálvandi hevur hetta ávirkan. Hetta merkir eitt nú, at inntøkur skulu fáast til vega aðra staðni frá og/ella at størri sparingar enn annars skulu fremjast.
Fyri at fáa greiðu á hesum spurningi, verða spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 25. september 2012


Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi