Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, viðvíkjandi nýggjum orkupolitikki.
- Hvussu langt er landsstýrið komið við at gera eina frágreiðing at leggja fyri Løgtingið, sum lýsir, hvussu ferð kann verða sett á menningina av varandi orkukeldum?
Viðmerkingar
Á vári 2009 samtykti Løgtinið einmælt løgtingsmál 134/2008, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at fyrireika eina frágreiðing at leggja fyri Løgtingið til viðgerðar, ið m.a. skuldi innihalda:
- Eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum.
- Uppskot um, hvussu at øll almenn nýbygging og umbygging verður
orkusparandi og nýtir varandi orkukeldur.
- Greiða útmelding um, hvør orkupolitikkur landsins er, og hvør
vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur.
- Uppskot um, hvussu Føroyar virkið kunnu luttaka í teimum samstørvum
millum londini, ið fara fram til tess at menna varandi orkukeldur.
Tað, at gera Føroyar leysar av oljuni, er ein hin størsta avbjóðingin, í mun til at framtíðartryggja føroyska búskapin. Fleiri ymiskir vegir eru at ganga, og stórar avgerðir mugu takast. Ein greiður menningarpolitikkur fyri varandi orku eigur tí at vera millum fremstu raðfestingar
landsstýrisins.
Landsstýrismaðurin varar av el-veitingarlógini, sum kommunali felagsskapurin SEV og onnur orkufeløg virka eftir, og av Jarðfeingi, sum m.a. arbeiðir við orku.
Landsstýrismaðurin hevur alment sagt seg vilja kanna møguleikarnar fyri kjarnorkuverkum í Føroyum. Kjarnorka kemur ikki undir hugtakið varandi orka.
Hoyvík 31. jan. 11
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hvussu landsstýrið raðfestir menning av varandi orku
- Á hvønn hátt verður vilji Løgtingsins, sum staðfestur í løgtingsmáli 134/2008, fylgdur í fíggjarlógarsmíðnum, soleiðis, at menning av varandi orkukeldum sæst aftur í fíggjarlógini?
- Hevur ella er Fíggjarmálaráðið í gongd við at gera fíggjarliga partin av frágreiðingini, sum Løgtingið einmælt hevur heitt á landsstýrið at leggja fyri tingið til viðgerðar?
- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta í næsta fíggjarlógaruppskoti, so tað fylgir vilja løgtingsins - at landsstýrið setur munandi upphæddir av til menning av varandi orkukeldum?
Viðmerkingar
Á vári 2009 samtykti Løgtingið einmælt løgtingsmál 134/2008, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at fyrireika eina frágreiðing at leggja fyri Løgtingið til viðgerðar, ið m.a. skuldi innihalda eitt uppskot um, “hvussu landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini kann seta munandi upphædd av til menning av varandiorkukeldum”.
At raðfesta menning av varandi orkukeldum varð eisini eitt av seks átaksøkjum, sum allir flokkar vóru við til at samtykkja í sambandi við málið at minka útlátið av CO2 við í minsta lagið 20% hetta til 2020.
Hóast samtyktin at gera eina miðvísa ætlan fyri menningina av varandi orku var einmælt, so er framvegis eingin slík frágreiðing løgd fyri Løgtingið.
Á fíggjarlógunum fyri 2010 og 2011 varð økið varandi orka heldur niðurraðfest enn uppraðfest. Nøkur greið uppraðfesting av íløgum ella stuðli til menning av varandi orkukeldum, hevur ikki verið gjørd.
Eitt stig, sum landsstýrismaðurin hevur tikið, er at umleggja Húsalánsgrunnin, so hesin kann veita bíligari orku- og bjálvingarlán.
Spurningarnir verða settir, fyri at fáa fram í hvønn mun landsstýrið í sínum fíggjarligu raðfestingum hevur ætlan um at fylgja vilja Løgtingsins og fáa sett ferð á menningina av varandi orkukeldum, soleiðis, at føroyski búskapurin kann gerast minni heftur av oljuni. Ikki skuldi verið neyðugt at nevnt, hvussu stóran týdning hetta hevur í mun til at framtíðartryggja búskapin, og í hesum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ein heilt sentralan leiklut.
Á Løgtingi 31.01.2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

