Spurningar um Føroya Symfoniorkestur og um samanlegging av stovnum

21 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum viðvíkjandi Føroya Symfoniorkestri

1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin um týdningin av at hava eitt Symfoniorkestur í Føroyum ?


2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at symfoniorkestrið kemur inn í ein støðugan karm og kann tryggjast víðari menning?

Viðmerkingar:
At Føroyar hava eitt symfoniorkestur er eitt bragd í sær sjálvum. At vit í skjótt 30 ár hava megnað at haft eitt symfoniorekstur er greitt tekin um hvussu mangar gávuríkar tónleikarar vit eiga og hvussu stórur fakligi stoltleikin og viljin hevur verið til at vit, ájavnt onnur framkomin lond, megna at hava eitt slíkt flaggskip innan tónlistina.

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000kr á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000kr og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er somuleiðis ætlanin at FOS skal fáa 938.000kr.

Í 2004 fekk táverandi mentamálaráðharrin handað eitt álit um hvussu FSO framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik.

Hesin parturin kann umsitast av FSO í samstarvi við Føroya Musikkskúla. FSO skal so leggja ætlanir um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Sjálvt um álitið er frá 2004, er onki hent á økinum og tónleikararnir hava framvegis hetta ynski.

Ein lækkað játtan er eitt greitt tekin um eina niðurraðfesting av Symfoniorkestrinum. Tí hevur tað týdning, at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hann hevur við Symfoniorkestrinum og framtíð tess. Eisini er tað áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin heldur um ynski frá tónleikarunum um at samskipa arbeiði á Musikkskúlanum við Symfoniorkestrið, soleiðis at teir fáa ein part av starvssetanini til at framføra tónleik.

Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna


Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um samanlegging av stovnum


1. Skal alt virksemi hjá Jarðfeingi flytast oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?


2. Skal Ferðaráðið flyta oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?


3. Er talan um at allir hesir stovnar verða lagdir saman í ein stovn?


4. Hvør er høvuðsorsøkin til at flyta hesar stovnar saman í somu hølir?


Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at Jarðfeingi skal flytast til eftirlitsstovnarnar á Skálatrøð. Síðan stig vóru tikin til at seta á stovn oljumyndugleika í Føroyum í 1990, sum seinni varð lagdur saman við Jarðfrøðisavinum, hevur Jarðfeingi ment seg til ein týdningarmiklan aktør innan oljuleiting og gransking av jarðfrøðiligum viðurskiftum á føroyska landgrunninum og á landi.

Uppgávan hjá Jarðfeingi er m.a. at taka sær av altjóða oljufeløgum, og granskarar á Jarðfeingi taka lut í fleiri altjóða granskingarsamstarvum. Her er tað umráðandi fyri umdømi og fakliga trúvirði at spurnartekin ikki kann setast við virksemið hjá stovninum, m.a. má tað vera púra greitt, at virksemið og granskingin á stovninum er politiskt óheft. Við at leggja hetta virksemi í eitt stýri undir Vinnumálaráðnum, sum sær út til at vera ætlanin, flytir man virksemið tættari at politisku umsitingini. Tí eigur tað at vera heilt greitt, hvat endamálið er við hesi umskipan.

Harumframt er Jarðfeingi orkumyndugleiki og skal vera aktivur í at menna ein orkupolitikk. Sum liður í hesum, var elveitingareftirlitið flutt frá stovnunum á Skálatrøð til Jarðfeingi síðsta summar.

Eisini hevur verið frammi – men ikki alment staðfest – at Ferðaráðið skal flyta oman á Skálatrøð. Ferðaráðið hevur m.a. sum uppgávu at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál úti í heimi og uppgávurnar hjá Ferðaráðnum eru bæði strategiskar og operationellar. Vinnan hevur síðstu árini eftirlýst, at Ferðaráðið verður skipað í eina dynamiska eind, sum kann verða lokomotiv fyri vinnuna úti í heimi. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at síggja, hvussu hetta virksemi kann samansjóðast við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa um hesir stovnar skulu flyta saman við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, og greiða frá hvussu virksemi á Ferðaráðnum og Jarðfeingi hóska inn í hetta høpi. Er talan fyrst og fremst um at stovnarnir húsast í somu hølum ella er talan um at samansjóða øll hesi virkisøkir.

Ì viðmerkingum í miðlunum hevur landsstýrismaðurin sagt, at grundin til ætlaðu samanleggingarnar er at effektivisera m.a. við at taka dupultfunktiónir burtur. Landss¬¬týrismaðurin verður biðin um at svara ítøkiliga, hvørjar dupultfunktiónir sipað verður til. Her er talan um stovnar, sum hava so ymisk arbeiðsøki sum eftirlit, oljuleiting og gransking og marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.


Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna