Sosialmál, javnrættindi og rættartrygd

2 April 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Bergtóra Høgnadóttir sosialráðgevi fer at leggja fyri við framløgu um sosialmál við atliti at okkara støku uppihaldarum og við atliti at eldraøkinum, sum nú verður lagt til kommunurnar at umsita.

Katrin Kallsberg forkvinna í javnstøðunevndini hevur framløgu um, hvør støðan er á javnstøðuøkinum og tekur saman um nakað av tí virksemi, sum javnstøðunevndin fæst við.

At enda fer Sirið Steenberg løgtingskvinna og forkvinna í landsstýrismálanevndini at greiða frá um javnrættindaspurningar og rættartrygd, sæð í einum fólkaræðisligum sjónarhorni.

Skeiðsdagur fyri øll áhugað

Øll eru væl komin at verða við á skeiðsdegnum. Vinaliga teknið tykkum á telduposti: loysing@olivant.fo ella ring á telefon 229946 ella 224698.

Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meira kunning er at fáa.