Somu prísir fyri ferðing sjóvegis og gjøgnum undirsjóvartunnlar

27 September 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í dag eru undirsjóvartunlarnir ein bíligari farleið, enn strandfaraskipini. Tað er ikki rímiligt at útjaðarafólk rinda hægri ferðagjald fyri verri tænastu. Tí verður heitt á Landssstýri um at taka hædd fyri hesum mismuni, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2012.


Uppskot til samtyktar um at javnseta ferðaseðlakostnaðin á samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja

Løgtingið heitir á landsstýrið um í komandi fíggjarlógaruppskotum at tryggja at
ferðaseðlakostnaðurin á samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja, verður javnsettur.


Viðmerkingar
Hóast vit øll búgva í sama landi og rinda sama landsskatt, so er samferðslutænastan í ymsu økjunum
í landinum óvuliga ymisk bæði í tænastustøði og í kostnaði. Í høvusðsheitinum kunnu vit býta upp í
fýra ymiskar samferðslumøguleikar:


1) Gjaldsfríir almennir vegir, brýr og tunlar 2) Undirsjóvartunlar 3) Strandfaraskipini og 4)
Tyrlutænastan.


Uttan iva eru brúgvar, byrgingar og nýggju undirsjóvartunlarnir millum størstu frambrot á
samferðsluøkinum í Føroyum. Og sæð í mun til tær skipanirnar eru aðrir samferðslumøguleikar
millum oyggjarnar, sum einki at meta. Samferðslutænastan hjá teimum oyggjum sum áður vóru
leysar, men sum nú eru bundnar í meginøkið við tunlum og brúm, er munandi betri, enn har ferjur
og tyrlur røkja tænastuna. Tey, ið enn ikki hava fast samband við meginøkið, mugu góðtaka ta
støðuna, til undirtøka er á Løgtingi at betra um viðurskiftini.


Støðan, sum verri er at góðtaka, og sum ikki er rímilig, er, at hesi øki umframt verri tænastuna,
harumframt skulu gjalda ein hægri ferðaseðlakostnað fyri at nýta verru tænastuna.
Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy,
Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn
tað er fyri tey, sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar.


Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum, antin í Havnini, ella
grannalagi hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra, sum búgva á leysu oyggjunum, til
meginøkið javnan, antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu,
sum einans finst í meginøkinum.


Vit búgva í einum og sama landi og gjalda sama landsskatt uttan mun til, hvar vit búgva. Júst tí
kennist tað órímiligt at hava ymiskar prísskipanir. Skuldi tað verið ein prísmunur, so kundi ein
hægri prísur møguliga verið rímiligur fyri betru tænastuna, men á ongan hátt sum nú, har verra
tænastan rindar hægra kostnaðin.


Fyri ikki at gera mun á føroyingum, uttan mun til hvar í landinum tey búgva, verður tí heitt á
landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at javnseta ferðaseðlakostnaðirnar av at ferðast við
strandfaraskipum og at koyra gjøgnum undirsjóvartunlar.


Á Løgtingi, 26. september 2011
Páll á Reynatúgvu Gerhard Lognberg