Hetta mál hevur rullað aftur og fram í samgonguni og landsstýrinum, har ongin semja fekst um, hvussu farast skuldi fram við hesum á leið 30 mió. krónunum. Við 2. viðgerð av málinum mælti andstøðan í fíggjarnevndini til, at virða og halda ta semju, ið gjørd varð millum landsstýrið og sjúkrakassarnar, men samgongan ynskti heldur, at allir pengarnir skuldu brúkast og Sjúkrakassagrunnurin skuldi niðurleggjast innanfyri tvey ár.
Tjóðveldi fór síðan saman við hinum andstøðuflokkunum í fíggjarnevndini undir at gera eitt broytingaruppskot til 3. viðgerð, sum kundi fáa eina frægari loysn á málinum, enn at 30 mió. kr. vórðu útgoldnar eftir bert 2 árum. Hetta hevði ikki verið menningini og granskingini at frama.
Skotið varð tí upp, at styrkja menning og gransking innan heilsuøkið í Føroyum á ein skilagóðan hátt við, at flyta fæið í Granskingargrunnin, sum í forvegin hevur umsiting av gransking í Føroyum um hendi. Sostatt fer Granskingargrunnurin at umsita fæið hjá Sjúkrakassagrunninum samsvarandi leiðreglum, ið Sjúkrakassagrunnurin ásetir.
Við dyggum andstøðuarbeiði eydnaðist sostatt, at fáa meiriluta fyri hesum uppskoti bæði í fíggjarnevndini og í Løgtinginum.
Granskingargrunnurin og heilsugransking og –menning verður nú styrkt við 30 mió. kr.. Samstundis verður málið hjá Sjúkrakøssunum, at fremja menning innan føroyska heilsuøkið verður framt til fullnar.
Eitt týðandi stig til frama fyri menning og gransking innan heilsuøkið er tí tikið í dag.
Tjóðveldi

