Tjóðveldi søkir eftir skrivstovuleiðara at umsita dagligu ábyrgdina av skrivstovuni á Fólkatingi.
Starvið er fulla tíð og inniber millum annað at fylgja við í málum á Fólkatingi, sum hava politiskan týdning fyri Føroyar, umsita fíggjarviðurskifti, skipa fyri ráðstevnum og sum heild samskipa arbeiðið hjá flokkinum.
FørleikakrøvVit vænta, at umsøkjarin hevur royndir í umsitingarligum arbeiði og innlit í politiskt arbeiði umframt góð evni at samstarva og leggja øðrum starvsfólkum lag á. Tað er krav, at tú tosar føroyskt, danskt og enskt. Eisini verður væntað, at tú ert skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi hægri útbúgving frá lærdum háskúla og innlit í hesi økini:
- Mannagongdir í samband við politiskar fyrispurningar og nevndararbeiði
- Føroysk viðurskifti í altjóða høpi
- Fíggjarviðurskifti og bókhald
- Politisk ráðgeving
Lønarviðurskifti og umsóknir
Løn verður ásett eftir avtalu. Umsóknir við CV og viðmæli skulu sendast til Magna Arge á teldupostadressu magni.arge(at)ft.dk í seinasta lagi 30. september 2015.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eirik í Jákupsstovu á tlf. +4561624499

