Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi kynsligum ágangi
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um at seta í verk átøk, sum kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi?
2. Hvussu fer landsstýriskvinnan at tryggja, at børn og vaksin, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa nøktandi hjálp og viðgerð?
3. Metir landsstýriskvinnan í almannamálum, at tørvur er á eini heildarætlan, sum kann lýsa, hvørjir tættir eru neyðugir fyri at fyribyrgja kynsligari misnýtslu, og sum somuleiðis kann lýsa, hvørji heildartilboð eru neyðug í viðgerðini av fólki, sum eru rakt, og sum kann arbeiða fram móti eini null-hugsjón á økinum?
Viðmerkingar
Siðamisbrot er ein stórur menniskjaligur og samfelagsligur trupulleiki. Trupulleikin hevur ofta verið fjaldur og hóast fleiri og fleiri traðka fram og siga sína søgu, so finst ein stór tigandi fjøld, sum er rakt og livir við sínum trupulleikum í einsemi. Avleiðingarnar kunnu vera lemjandi og ávirka lívsgóðskuna so negativt, at fólk enda í vónloysi.
Nógv dømi eru um, at fólk, sum ikki fáa røttu hjálpina, í ringasta føri kunnu enda úti i misnýtslu av alkoholi ella øðrum rúsandi evnum, kunnu gerast sálarsjúk og óarbeiðsfør. Harafturat koma tey árin, hetta hevur á sjálvskensluna og møguleikarnar at menna seg. Hesir pástandir eru eisini vísindaliga staðfestir saman við eini staðfesting av, at sálarligu løstirnar, sum standast av kynsliga áganginum, hava neilig langtíðarárin á lívsgóðskuna hjá fólki.
Nú er ein kanning gjørd millum skúlanæmingar í 8 flokki í Føroyum. Sálarfrøðingurin Tóra Petersen hevur í síni kanning staðfest, at millum 8 floks næmingar hava 5,2 % verið fyri kynsligari misnýtslu. Hetta samsvarar við 36 børn í einum árgangi. Hetta tal avdúkar, at vit hava ein stóran trupulleika, og kann geva ábendingar um, at fleiri hundratals føroyingar hava verið fyri hesi vanlagnu. Tí er avgerandi neyðugt, at tað almenna tekur henda stóra trupulleika í álvara.
Tí hesir spurningar til landsstýriskvinnuna í almannamálum
Á Løgtingi, 5. oktober 2012
Sirið Stenberg

