skipara- og maskinist¬útbúgvingarnar

3 January 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

§ 52a fyrispurningur frá Sjúrða Skaale, løgtingsmannin til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu um at flyta skipara- og maskinist¬útbúgvingarnar.

Spurningur:


Hvørjir eru fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir av at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar í mun til ætlanina um at savna allar tær maritimu útbúgvingarnar á sama stað?

Viðmerkingar:
7. desember boðaði landsstýriskvinnan í mentamálum í tíðindaskrivi frá, at "í august 2012 verða skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum fluttar til Klaksvíkar, har skipaður verður ein maritimur depil".


Hetta varð gjørt hóast eitt fakligt tilmæli, dagfest 5. mars 2010 staðfesti, at fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir, sum høvdu verið náddir um allar tær maritimu útbúgvingarnar høvdu verið skipaðar á sama stað, ikki verða náddir við hesi loysn.

Á Løgtingi, tann 10. desember 2010

Sjúrður Skaale


Svar


Fyrst vil eg loyva mær at vísa á, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu eru fleiri brot um maritimt útbúgvingar- og skeiðsvirksemi:

1. “Nevnd verður sett at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar maritimar útbúgvingar saman á einum stað.”


2. “Vinnuháskúlin verður mentur til eisini at kunna skipa útbúgvingar á bachelor-stigi.”


3. “Farið verður undir at dagføra og menna yrkisútbúgvingarnar, herundir matvøru-, kokka- og tænastuútbúgvingar”.


4. ”Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir”.

Vísandi til punkt 1 setti eg eina nevnd í 2009, sum var mannað við skúlastjórunum á Vinnu¬hᬬskúlanum og á Klaksvíkar Sjómansskúla og umboðum fyri Mentamálaráðið. Nevndnin lat úr hondum eitt álit 5. mars 2010, sum spyrjarin eisini vísir til.

Vísandi til punkt 2 er álit skrivað longu í 2006, og fundir hava í 2010 verið við maritima útbúgvingarráðið, Vinnuháskúlan og umboð fyri Fróðskaparsetrið. Fyrireikingararbeiðið heldur fram.

Vísandi til punkt 3 er verandi kokkaútbúgving á Sjómansskúlanum í Klaksvík dagførd og ment í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík, og næmingar vórðu tiknir inn á skúlan eftir nýggju skipanini í august 2010.

Vísandi til punkt 4 hevur Løgtingið játtað í alt einar 25 mió.kr. at bøta um hølisumstøðurnar hjá Trygdarmiðstøðini.

Tann undir punkt 1 umrødda nevnd varð eisini biðin um at lýsa eina millumloysn, har skips¬førara- og maskin¬meistaraútbúgvingarnar verða uppstigaðar til bachelor-støði á einum staði, og at útbúgvingarnar til skipara og maskinist verða lagdar á øðrum staði.

Tann 5. mars 2010 lat nevndin úr hondum álit sítt og vísir á hesar loysnir, grundað á høvuðsarbeiðsetningin:

• allar maritimar útbúgvingar og skeið verða skipað undir Mentamálaráðnum

• allar maritimar útbúgvingar og skeið á Klaksvíkar Sjómansskúla, Trygdarmiðstøðini og Vinnuháskúlanum verða skjótast møguligt skipað undir einari leiðslu, sum fær til uppgávu at savna stovnarnar saman

• nýggja leiðslan fær til uppgávu at leggja verandi stovnar saman í ein depil, sum bygnaðarliga skal skipast saman við Fróðskaparsetri Føroya á sama hátt sum Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya

• maritimar útbúgvingar og skeið verða skipað í Tórshavn. Partar av skeiðsvirkseminum kunnu tó skipast aðrastaðni

• kokkaskeiðið á Klaksvíkar Sjómansskúla verður skipað sum partur av førleikagevandi yrkisútbúgving á einum tekniskum skúla.

Nevndin vísti á hesar loysnir grundað á ískoytisarbeiðsetningin:

• at skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða skipaðar sum bachelor-útbúgvingar í Tórshavn


• at skipara- og maskinistútbúgvingarnar verða skipaðar í Klaksvík.


Nevndin metti, at ískoytisarbeiðsetningurin um at skipa útbúgvingarnar á tveimum støðum er í andsøgn við upprunaliga arbeiðsetningin og tilmæli, sum er at skipa útbúgvingarnar saman á einum stað. Fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir verða tí ikki náddir.

Út frá tí grundgeving, at flest lærarar, flest næmingar og besta útgerðin frammundan er í Havn, og at høliskapasiteturin í Havn er munandi størri enn í Klaksvíkar, kann ein faklig nevnd neyvan koma til annað tilmæli enn at velja Havnina, um so er at allar maritimar útbúgvingar skulu savnast á einum staði.

Men tað eru onnur atlit, sum gera, at eg sum landsstýriskvinna haldi, at vit hvørki kunnu ella skulu savna allar martimar útbúgvingar í Havn, vísandi til fakligar, fíggjarligar og námsfrøðiligar grundgevingar, og niðanfyri verður víst á hesar. Tað er eisini ein sannroynd, at tað ikki í samgonguni er politiskur meiriluti fyri at flyta Klaksvíkar Sjómansskúla og Trygdarmiðstøðina til Havnar.

Bachelor og hægri maritimar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum
Tað er serliga ætlanin at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar til bachelor á Fróðskaparsetri Føroya, sum ger, at tað er skilagott, at hesar báðar útbúgvingar vera verandi í Havn.

Bæði Vinnuháskúlin og vinnan hava í fleiri ár strongt á at lyfta útbúgvingarnar til skipsførara og maskinmeistara upp á bachelor stig.

Í 2006 varð álit latið landsstýrismanninum í mentamálum frá Vinnuháskúlanum við tilmæli um at fara undir at uppstiga maskinmeistara- og skipsføraraútbúgvingina til bachelorstøði.

Maritima Útbúgvingarráðið, ið eisini hevur umboð fyri vinnuna, hevur í 2008 viðgjørt álitið og tekur undir við tilmælinum um at uppstiga maskinmeistara- og skipsføraraútbúgvingarnar til bachelorstøði.

Útbúgvingarráðið heldur ikki, at Vinnuháskúlin skal bjóða verandi skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar og bachelorútbúgvingar í senn. Ráðið mælir eisini til at umhugsa at skipa skipara- og maskinistútbúgvingarnar innan karmarnar fyri “yrkisútbúgvingarnar, men halda fast um teir førleikar, ið hesar útbúgvingar hava í dag.”

Tá ið uppraðfestingin av maritimu útbúgvingunum er veruleiki, verður upptøku¬kravið sum útgangsstøði ein miðnámsútbúgving, og krøvini til læraraførleikarnar verða á universitetsstøði við granskingarførleika. Ein náttúrlig avleiðing av hesum verður, at skipara¬útbúgvingin, sum er 1,5 ár, ikki longur verður fyrri partur av skipsførara¬útbúgvingini.


Tá ið skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða uppstigaðar til bachelor støði, verður fakligi felagsparturin millum hesar báðar útbúgvingarnar og ávikavist skipara- og maskinistútbúgvingarnar munandi minni, enn hann er í dag. Av hesi orsøk verða førleikakrøvini til lærararnar eisini ymisk, og tí verða fakligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir av at savna hesar útbúgvingarnar saman á einum stað eisini minni.

Í staðin verða heilt aðrir synergimøguleikar saman við Fróðskaparsetrinum, bæði víðvíkjandi lærarum og næmingum, serliga innan almennr lærugreinir sum t.d. føroyskt, støddfrøði og enskt, og til ber eisini á annan hátt at tryggja eitt mennandi lestrarumhvørvi og ein rationellan rakstur við samanleggingi við Setrið.

Sum eisini víst á í álitinum frá 2006 fer ein uppraðfesting av skipsførara- og maskin¬meistara¬útbúgving¬unum innan karmarnar á Fróðskaparsetrinum ætlandi at draga til sín góðar miðnámsskúlanæmingar, sum í dag velja hesar útbúgvingar frá, tí tær eru “blindvegir”, sum ikki geva bachelorprógv.


At vit í framtíðini fáa nógvar bachelorar á Setrinum innan hetta øki, fer væntandi at slóða fyri enn fleiri útbúgvingum á Setrinum t.d. innan shipping, búskap og management, soleiðis at okkara Fróðskaparsetur í framtíðini í størri mun kann laga seg eftir og nøkta tann tørv á útbúgvingum, vit hava í Føroyum. Eitt fjarlesturssamstarv við onnur universitet kann førka okkum skjótari rætta vegin.

Aðrar maritimar útbúgvingar savnast í maritimum depli í Klaksvík
Tá ið skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða uppstigaðar til bachelor støði, verður skiparaútbúgvingin ein sjálvstøðug útbúgving, ið ikki náttúrliga hoyrir heima innan karmarnar á einum universiteti, og tað sama er galdandi fyri maskinistútbúgvingina. Tá er ætlanin, at skiparaútbúgvingin og maskinistútbúgvingin verða í Klaksvík burturav, har skipaður verður ein maritimur depil í samstarvi við Tekniska Skúla.


Skiparaútbúgvingarnar eru og hava verið í Klaksvík í nógv ár. Maskinistútbúgvingin hevur eisini áður verið boðin út á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum í dag hevur teir neyðugu førleikarnar at bjóða hesa útbúgving út.

Sostatt fáa vit eina skiparaútbúgving í einum spennandi útbúgvingarumhvørvi, sum fevnir um skipara, maskinist, brandskeið, trygdar- og onnur maritim skeið, umframt yrkisútbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, matvøruútbúgvingar og aðrar útbúgvingar. Henda samskipan fer væntandi at leggja lunnar undir eitt sterkt, fjøltáttað og áhugavert útbúgvingarvirksemi í Klaksvík, har samanfallandi førleikakrøv eru til undirvísarar.

Á Tekniska Skúla í Klaksvík eru lærarar við maskinmeistaraútbúgving, el-verkfrøðingar umframt lærara við førleikum at undirvísa í almennum lærugreinum sum t.d. føroyskum, støddfrøði og enskum. Vit koma at gagnnýta betur tær íløgur, sum eru gjørdar, og við størri eindum ber betur til tryggja ein rationellan rakstur.

Útgerðin, sum er eitt altjóða krav til útbúgvingarnar, er sera kostanaðarmikil bæði at ogna sær og halda við líka. Útgerðin, sum í dag er á Vinnuháskúlanum, verður ikki flutt, og íløga verður ikki gjørd í somu útgerð í Klaksvík, og tætt samstarv skal vera um útgerðina.

Íløgur fyri 25 mió. kr. eru gjørdar í nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík, sum eftir 1. januar 2011 verður flutt frá Fiskimálaráðnum til Mentamálaráðið. Ætlanin er at maritimt útbúgvingarvirksemi í so stóran mun sum gjørligt skal fara fram í nýggja bygningin hjá Trygdarmiðstøðini.

Næmingatøl
Sambært yvirliti frá Studna yvir næmingar, ið fáa lestrarstuðul á heysti 2010, er talan um 224 næmingar á Vinnuhá¬skúlanum, av hesum vóru 159 antin skipsførarar ella maskin¬meistarar, 46 skiparar og 19 maskinistar. Harumframt eru nakrir fjar- og stak¬greina¬lesandi.

Í Klaksvík vóru á heysti 2010 25 skiparanæmingar, 11 tóku sjóvinnuskeið umframt 28 matvøru-/kokkanæmingarnar, í alt 64 næmingar á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Íløgur eru nýliga gjørdar í útgerð til kokka- og matvøruútbúgvingar í verandi bygningi hjá Klaksvíkar Sjómansskúla. Tekniski Skúli hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av hesum partinum av útbúgvingarvirkseminum.

Um vit taka verandi næmingatøl sum dømi, so høvdu 159 næmingar, uml. 70 %, verið verandi í Havn, um talan hevði verið um bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum, og
46 skiparar og 19 maskinistar høvdu farið til Klaksvíkar.


Samanumtøka
Eftir at hava viðgjørt tey tilmæli, sum eru í málinum, havi eg fráboðað avvarandi pørtum, at hesar broytingar verða framdar:


Kokkaskeiðið á Klaksvíkar Sjómansskúla verður framhaldandi skipað sum ein mat¬vøru¬útbúgving undir Tekniska Skúla í Klaksvík
Frá 2011 verður Trygdarmiðstøðin í Klaksvík flutt frá Fiskimálaráðnum til Menta¬mála¬¬ráðið, og Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli koma undir somu yvir¬skipaðu leiðslu, sum er stjórin á Tekniska Skúla, Rúni Heinesen. Roknað verður við, at verandi útbúgvingar á Klaksvíkar Sjómansskúla sum frá líður eisini verða í nýggju hølunum á Trygdarmiðstøðini.

Í august 2012 er ætlanin at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið heitt á stjóran á Vinnuháskúlanum um at halda fram í starvi sínum til 1. september 2012.

Í august 2012 verða skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum fluttar til Klaksvíkar, har skipaður verður ein maritimur depil í samstarvi við Tekniska Skúla. Umframt Klaksvíkar Sjómansskúla og Trygdarmiðstøðina, kemur depilin eisini at fevna um Brandstøðina við Áir.


Fyrst í nýggja árinum verður hildið fram við at fyrireika broytingarnar, og verður hetta gjørt í samsstarvi við maritimu skúlarnar og Fróðskaparsetrið. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at útbúgvingarnar skulu verða á altjóða støði, at upptøkukrøvini verða greið, og at stig verða tikin til møgulig fyrireikingarskeið, herundir sjóvinnuskeið/sigling og verkstaðarskúla/praktik.

Eg eri sannførd um, at hesar bygnaðarbroytingarnar fara at gagna maritimu útbúgv¬ingarskipanini sum heild, soleiðis, at vit fáa lyft skipsførara- og maskin¬meistara¬útbúgvingarnar til eitt hægri støði á Fróðskaparsetrinum. Samstundis verður skipaður ein sterkur maritimur út¬búgv¬ingar- og skeiðsdepil í Klaksvík við Tekniska Skúla í rygginum.


Tórshavn, 30. desember 2010

Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna