Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins at minka um menningarhjálpina.
- Hvat heldur løgmaður um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í menningarhjálpsmálum at skerja í kontuni til menningarhjálp og menningarsamstarv?
- Hvussu nógv lata Føroyar í menningarhjálp av BTÚ sammett við okkara grannalond og ES-londini?
- Hvørji samstørv og hvørjar verkætlanir innan menningarhjálp, verða raktar av sparingunum í Uttanríkisráðnum, og hvat fyri eitt signal verður sent umheiminum við hesum sparingum?
- Metir løgmaður at Føroyar moralskt hava ráð at spara í menningarhjálpini?
Viðmerkingar
“Eisini skulu vit spara upp á menningarhjálpina”,,sigur landsstýrismaðurin í menningarhjálpsmálum í viðtali við fjølmiðil.
Føroyar lata sum er einans 300 000 árliga til neyðhjálp og 3 milliónir árliga til menningarsamstarv. Menningarhjálp er partur av teirri altjóða ábyrgd eitthvørt framkomið land hevur. Sum skilst raka sparingarnar í Uttanríkisráðnum meint arbeiðið við menningarhjálp.
Í fíggjalógini fyri 2010 stendur at: “Síðan avgjørt varð at raðfesta altjóða menningarsamstarv hevur verið virkað fyri at fyrireika og byggja økið upp. Føroyar samstarva í løtuni m.a. við sjálvbodnu hjálparfelagsskapirnar ABC-barnahjálp, Mercy Corps og ADRA eins og við World Food Programme undir Sameindu Tjóðum. Harumframt verður virka fyri at gagnnýta føroyska vitan, har tað ber til, og at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild.”
Tørvurin á menningarhjálp er ovurhonds stórur, ikki minst eftir at nakrar av størstu náttúruvanlukkum heimurin hevur sæð eru hendar seinastu árini. Vatnflóðin í Pakistan er eitt hitt ringasta av mongum syndarligum dømum. At skerja veitingarnar og arbeiðið við menningarhjálp sendir signal út í heim um hvar Føroyar eru í mun til at taka altjóða ábyrgd.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og menningarsamstarvsmálum hevur vitjan av danskari ráðsfrúgv og er í hesum sambandi ikki er tøkur at svara fyrispurningum frá Løgtinginum. Av tí at løgmaður hevur evstu ábyrgd av politikki landsstýrisins, verða spurningarnir tí settir honum.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum,
viðvíkjandi útlendingum í starvi umborð á føroyskum skipum
- Eru viðurskiftini galdandi fyri arbeiðsmegina umborð á Athenu og Poseidon í øllum lutum í tráð við útlendingalóggávuna, sum skipar atgongdina hjá útlendingum til føroyska arbeiðsmarknaðin?
- Er talan um ein nýggjan arbeiðsmarknaðarpolitikk hjá landsstýrinum, um so er, at útlendingar arbeiða fyri aðra løn og undir øðrum arbeiðstreytum enn teimum, sum settar verða arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum annars í Føroyum?
- Í hvønn mun eru fakfeløgini tikin við uppá ráð um nýggja arbeiðsmarknaðarpolitikkin?
- Hvørja avleiðing fær tað fyri føroyska arbeiðsmarknaðin um latið verður upp fyri arbeiðsmegi, sum arbeiðir undir heilt øðrum treytum enn teimum, sum ásettar eru fyri føroyska arbeiðsmarknaðin á sjógvi og landi?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tillutað skipinum Athenu og Poseidon, sum vanliga fiska í útlendskum sjógvi, makrelkvotu. Hetta eru stór skip við stórari manning, og sum skilst er meginparturin av manningini útlendingar. Tá útlendingar koma til Føroya at virka, skulu bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar lúka treytir ásettar í útlendingalóggávuni og krøv til sáttmálaásettar løn og arbeiðsviðurskifti annars.
At lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, sum arbeiðir eftir øðrum treytum enn føroyingar umborð á skipunum, er eitt álvarsamt stig at taka, og kann hetta fáa stóra ávirkan á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Tað tykist sum at landsstýrið hevur latið upp fyri einum nýggjum arbeiðsmarknaðarpolitikki, har útlendingar lættari sleppa framat arbeiði í Føroyum summastaðni. Ein kann sjálvandi ikki annað enn undrast um ein landsstýrismaður í fiskivinnumálum av sínum eintingum kann áseta nýggjan arbeiðsmarknaðarpolitikk, og verða omanfyrinevndu spurningar tí settir landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í útlendingamálum
Viðvíkjandi útlendingum umborð á skipum, sum fiska í Føroyskum sjóøki
- Hvussu nógvir útlendingar eru við skipunum Athenu og Poseidon, sum eru komnir at fiska í føroyskum sjógvi?
- Eru treytirnar, sum settar eru arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum í útlendingalóggávuni, galdandi fyri útlendsku fiskimennirnar, sum arbeiða umborð á skipunum Athenu og Poseidon, tá hesi skip royna í føroyskum sjógvi?
- Um ikki, eru hesi størv so í tráð við útlendingalóggávuna?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tillutað skipinum Athenu og Poseidon, sum vanliga fiska í útlendskum sjógvi, makrelkvotu. Meginparturin av manningini umborð á hesum skipum eru útlendingar. Tá útlendingar koma til Føroya at virka, skulu bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar lúka treytir ásettar í útlendingalóggávuni, umframt krøv til sáttmálaásettar løn og arbeiðsviðurskifti annars.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í útlendingamálum
Viðvíkjandi kravi um lægstu løn fyri útlendsk ítróttarfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum
- Hvør hevur ásett reglurnar fyri útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, og eftir hvørjum leisti eru reglurnar settar?
- Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ítróttarfólkini verða skerd í sínum inntøkumøguleikum partin av arbeiðstíðini, tá tey ikki eru í starvi hjá ítróttarfeløgunum?
- Hvat ynskir landsstýriskvinnan at røkka við at seta mark fyri inntøku hjá útlendsku arbeiðsmegini ta arbeiðstíðina, tey ikki hava sáttmála við feløgini?
- Hví metir landsstýriskvinnan tað vera í lagi, at hesir útlendingar við lóg fáa ásett at arbeiða fyri minstu tímaløn?
- Metir landsstýriskvinnan tað vera rímiligt at seta heilt onnur krøv til útlendingar, sum koma til Føroya at liva og virka, enn gjørt verður til føroysku arbeiðsmegina.
Viðmerkingar
1. juli í ár var serliga avtalan fyri ítróttarfólk endurnýggjað. Hesi fáa serloyvi at koma til Føroya sum hálvir yrkisleikarar ella -venjarar. Krøvini til feløgini, sum seta ítróttarfólkini, er at tey fáa løn fyri í minsta lagi 20,8 tímar um vikuna, og at vikulønin ikki er lægri enn 2273 kr.
Umframt kunnu útlendsku ítróttarfólkini í mesta lagi arbeiða 19,2 tímar við síðuna av ítróttarstarvinum, og loft er sett á hvussu nógv tey kunnu forvinna hesa tímar – í mesta lagi 2098 kr um vikuna. Lógin ásetir sostatt, at útlendsk ítróttarfólk skulu arbeiða fyri ófaklærda tímaløn, tann partin av arbeiðsvikuni, tey annars eru frítt stillaði í mun til sáttmála við feløgini. Hetta uttan mun til, hvørjar førleikar og útbúgvingar viðkomandi annars hevur. Slík krøv verða ikki sett til aðrar arbeiðstakarar í Føroyum.
Flestu feløg hava ikki ráð at lata sínum útlendsku leikarum fulla løn. Teirra inntøkugrundarlag avhongur tí av inntøku við síðuna av ítróttarstarvinum.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

