Skeiðsdagur í Klaksvík

3 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Floksarbeiði á tingi og í stjórn

Mikudagin 5. mars verður aftur politiskur skeiðsdagur í Tjóðveldi. Hesaferð verður skeiðsdagurin í Miðstovuni í Klaksvík, kl.18.00

Evnið er politiskt floksarbeiði á tingi og í stjórn. Tey, ið leggja fyri eru Høgni Joensen ráðgevi á løgtingsskrivstovuni, Kristina Háfoss tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna og Óluva Klettskarð forkvinna í aðalstjórn Tjóðveldis.

Frá uppskoti til lóg - soleiðis verður eitt lógaruppskot gjørt til veruleika

Høgni Joensen, ráðgevi hjá Løgtinginum fer at lýsa, hvussu arbeiðið á Løgtingi er skipað. Hann fer m.a. at greiða frá, hvussu eitt uppskot til lóg ella til samtyktar verður samtykt, hvørji stig hesi lógaruppskot skulu ígjøgnum, frá 1. viðgerð til endaligu og 3. viðgerðina í tinginum. Høgni fer harumframt at lýsa sjálva tingskipanina.

Hvat ger landsins stjórn?

Kristina Háfoss, løgtingskvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna fer at greiða frá flokspolitiskum arbeiði í stjórn. Uppgávan hjá eini stjórn og hjá landsstýrisfólkum spennir víða. Alt frá neyvt lógarásettum uppgávum til óformligar uppgávur alt samdøgrið. Kristina fer at greiða frá, hvat arbeiðið í stjórn hevur við sær, so skeiðsluttakararnir kunnu fáa innlit í, hvussu arbeitt verður fyri at gera politiskar ætlanir til veruleika, umframt eina fatan av dagligdegnum hjá eini landsstýriskvinnu.

Floksarbeiðið og avbjóðingarnar

Óluva Klettskarð forkvinna í aðalstjórn Tjóðveldis fer at greiða frá týdninginum av floksarbeiðinum og teimum avbjóðingum, ið hetta setir. Hennara framløga ber heiti Meðan politikarar eru komandi og farandi, so er flokkurin varandi.

Skeiðsdagur fyri øll áhugað

Øll eru væl komin at verða við á skeiðsdegnum. Vinaliga teknið tykkum á telduposti: loysing@olivant.fo ella ring á telefon 229946 ella 224698.

Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meira kunning er at fáa.