árliga hjá landskassanum, og at fullveldissamgongan gav eins stórar skattalættar.
Men nú hevur Fíggjarmálaráðið svarað einum fyrispurningi hjá Høgna Hoydal, har tað verður staðfest, at kostnaðurin árliga fyri landskassan av ABC-skattalættunum er 382 mió. kr., meðan skattalættarnir frá 1998 til 2003 kostaðu 103 mió. krónur.
Svarið hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, er soljóðandi:
Ískoytissvar til fyrispurning Nr. 55/ 2009 eftir Tingskipanini § 52 a frá Høgna Hoydal.
Svar til spurning 8
Hvussu nógv hava skattalættar kostað landskassa og kommunum frá 1998 til 2003 ?
og
Svar til spurning 9
Hvussu nógv hava skattalættar kosta landskassa og kommunum frá 2004 til 2009 ?
Var 1998 skattastigin eisini galdandi í 2003 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 103 mió. kr.
Var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 382 mió kr.
Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 var barnafrádrátturin í landsskattinum hækkaður við áleið 44 mió kr. og merkti hetta tilsvarandi skattalækking.
Í tíðarskeiðnum 2004 til 2009 var barnafrádrátturin í landskassanum ikki broyttur.
Broytingar í landsskatinum hava eisnini eina ávísa ávirkan á kommunskattin orsakað av 50 % markinum, men talan er her um sera smáar uphæddir.
Fíggjarmálaráðið, 5. januar 2010
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður

