”Frælsi er áhaldandi og viðvarandi frælsi hjá henni ella honum, ið hugsar øðrvísi.” Hetta segði ein klók kona fyri nú skjótt mongum árum síðani. Hon er ikki ókend í javnstøðuhøpi, og í Føroyum eiga vit bara ein politiskan flokk, sum hugsar øðrvísi um javnstøðu enn allir hinir. Trupulleikin er bara, at í Norðurlandahúsinum í kvøld (8. mars) er flokkurin, sum ber javnstøðu í sínum skjøldri, og sum hevur víst tað í verki, ikki umboðaður við eitt pallborð, sum viðger javnstøðu í politikki. Hetta hóast forkvinna Tjóðveldisins á tingi tók av áheitanini frá leiðslu floksins um at sita við pallborðið. Men hetta hóvaði ikki fyriskiparunum.
Tá formaður floksins er uttanlands í politiskum ørindum og næstformaðurin greitt hevur boðað fyriskiparunum og Útvarpinum frá, at honum barst frá at møta varð heitt á meg, um at umboða flokkin í Norðurlandahúsinum í kvøld. Men hetta valið hjá flokki okkara hildu fyriskipararnir lítið um. Og tað skilji eg, hevði hinvegin hildið tað átti at verið gleðiligt, at ein forkvinna á tingi kann umboða éin flokk ein kvinnudag, tá allir hinir flokkarnir verða umboðaðir av monnum.. Grundgevingin var, at tað skuldi ikki bera til at víkja frá avgerðini, um, at tað antin skuldi verða formaður ella næstformaður, sum skuldi umboða flokkarnar. Hesa grundgeving skilji eg so als ikki, og standi eisini spyrjandi, hvør veruliga orsøkin man verða! At ongin umboðar flokk okkara og størsta flokkin í Føroyum, er sera harmiligt. Men eg skilji á lagnum, at tá formaður og næstformaðurin ikki fáa møtt, so er betur, at flokkur okkara ikki er umboðaður, heldur enn at forkvinna floksins á Løgtingi umboðar flokkin.
Well denn, skuldi man ikki bara latið sær hetta lynda? Møguliga, men vónandi hevur Sámal Matras Kristiansen ikki rætt, tá hann sigur, at tað eisini á kvinnusíðuni í javnstøðuhøpinum finst ”An animal farm”, har onkur er meira líka enn onkur annar. Undirritaða hevur sitið á løgtingið í 12 ár, eri av størsta tingbólkinum á tingi vald til forkvinnu, havi verið partur av flokkinum frá ungum árum av, og hartil var eg næst vald á lista floksins til seinasta val, tí haldi eg meg vera so somikið frætt fyri, at eg kundi vart floksins sjónarmið. Serstakliga tá tað snýr seg um javnstøðumál, ið hava verið ímillum míni hjartamál. Men hendan plasering í hierarkinum er ikki góð nokk. Fyriskipararnir halda, sum eg havi skilt tað, at tá er tað betur, at onki tjóðveldisumboð situr við pallborðið í kvøld, sum annars kundi borið fram politikk okkara, og vart okkara sjónarmið og svara kritikkinum aftur, sum heilt víst kemur frá øðrum flokkum. Men umboð Tjóðveldisins koma øll at sita sum áhoyrarar.
Fyri at vit ikki skulu standa heilt á berum, velji eg hervið, hóast tóma sessin í Norðurlandahúsinum, at festa á blað tað, sum Tjóðveldi stendur fyri á javnstøðuøkinum, og hvat reglur floksins siga um javnstøðu, so áhugaði eisini kenna okkara politikk og reglur á javnstøðuøkinum:
Tjóðveldi greiðan javnstøðupolitikk.
Um eina góða viku verða orðingar um javnstøðu samtyktar á flokstingið floksins í Vestmanna, og vísa orðingarnar greitt, at Tjóðveldi fer tá at hava reglur um kynskvoteringar á øllum økjum, sum flokkurin ræður yvir:
Orðingarnar, sum her verður sipað til, og sum arbeitt hevur verið við leingi, og sum nú semja er um í aðalstjórn og starvsnevnd, eru hesar:
Grein 5 stk 1. Í allari umboðan eftir hesi skipan, herundir landsstýrisumboðan, skal javnstøða verður millum kynini.
Grein 9 stk 2 á ársaðalfundinum velur økisfelagið umboðslimir til floksting og eykafloksting umframt ein lim og ein tiltakslim í aðalstjórnina
stk 3 Aðalstjórnarformaðurin hevur ábyrgdina av at samskipa at aðalstjórnarvalið eftir stk 2 er í samsvari við ásetingarnar um javnstøðu í grein 5.
Umframt hesar greiðu orðingar hevur flokkurin verið lutfalsliga væl fyri á javnstøðuøkinum: Karin Kjølbro, Ingrid Sondum og Jóngerð Purkhús munnu verða markantastu kvinnuligu politikararnir frá ´70 unum og ´80unum. Meginpartin av ´90unum hevur flokkurin tó lítið at breggja sær av, hvat javnstøðuumboðan á Løgtingið og Landsstýrið viðvíkur. Í hesi øldini, sum nú hevur góð 10 ár á baki, tori eg tó at siga, at vit hava gingið á odda á javnstøðuøkinum. Og til seinastu løgtingsvalini hevur Tjóðveldi havt nógv bestu javnstøðuumboðan á Løgtingi og í landsstýrinum yvirhøvur.
Góða eydnu!
Tað er óført, at varpað verður ljós á søk kvinnunar og javnstøðu á einum degi sum hesum. Ongin ivast í, at tað er viðgerð, sum hon, ið fer fram í Norðurlandahúsinum í kvøld, sum átti at flutt mørk. Gleði meg sjálvandi til leiklutin sum áhoyrari, hóast tað er í skallutara lagi, at størsti flokkur, sum hevur nógv frægastu javnstøðuumboðanina á Løgtingi, og sum hevur greiðasta javnstøðupolitikkin í floksins reglugerð um kynskvoteringar, ikki verður umboðaður av eini, sum kann grundgeva fyri floksins sjónarmiðum.
Men góða eydnu kortini!
Annita á Fríðriksmørk

