Eitt uppskot um hetta kemur til viðgerðar í Løgtinginum týsdagin 11. mars.
Fíggjarligar gularøtur sum stuðulsskipanir og grøn avgjøld og/ella avgjaldsskáar hava aðrastaðni víst seg at vera sera virkin amboð at eggja húsarhaldum og vinnuni at minka um oljunýtsluna og harvið eisini útlátið av CO2. Slík fíggjarlig stýringsamboð fáa tingini at ganga munandi skjótari. Í grannalondum okkara og ES-londunum finst tí ein røð av ymiskum grønum stuðulsskipanum.
Vilja vit røkka málinum um at gerast munandi leysari av oljuni, er neyðugt við skunda undir umlegging frá olju til hitaskipanir, sum byggja á grøna varandi orku. Tað eigur tí at verða gjørd ein skipan, sum beinleiðis stuðlar íløgum í grønar orkuskipanir at hita sethús og bygningar. Tað eru fleiri mátar at gera hetta uppá, eitt nú: Beinleiðis stuðul til at gera íløgur í grønar hitaskipanir – sum hitapumpuskipanir (jarðhita, sjóhita, luft-vatn, luft-luft, o.l), sólorku, biobrenni, vindorku ella annað. Ein annar møguleiki er prísstuðul, so streymur frá grønum orkuskipanum gerst bíligari fyri brúkaran, eins og mvg-frítøka ella tað, at grønar íløgur kunnu dragast frá í skattinum, eisini kann vera partur av stuðulsskipanini.
Árliga innflyta vit fyri góðar 1,2 milliardir krónur í olju. Fyri flestu húsarhald er oljan til at hita sethúsini við ein tyngjandi partur av føstu útreiðslunum. Mong ynskja at leggja um til alternativar hitaskipanir, sum hita húsini við sonevndari grønari orku. Húsarhaldini kunnu, sum frá líður, spara nógvan pening. Eitt annað mál við at leggja um til grøna orku er at framtíðartryggja føroyska búskapin móti óstøðugum og, sum frá líður, vaksandi oljuprísum.
Longu fyri fleiri áðrum síðani samtykti Løgtingið at: “Føroyar vilja fíggjarliga stuðla og skunda undir menning, royndir og uppsetan av alternativum orkuskipanum, ið byggja á varandi orkukeldur, sum kunnu gagnnýtast heima og úti í heimi”, men higartil hevur gingið alt ov seint.
Uppskotið til samtyktar um stuðulsskipan til grøna orku
Bjørt Samuelsen, tingkvinna, er framsøgufólk floksins í orkumálum.
Tjóðveldi

