Sjúrður spyr um MVG av gransking

7 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hevur jarðfeingi goldið MVG av nøkrum, sum útlendskar fyritøkur hava gjørt í Føroyum í sambandi við royndirnar við jarðhita?


2. Hvørja lóg ella hvørja kunngerð bygdi landsstýrismaður sítt svar á, tá hann tann 4. oktober 2010 upplýsti fyri tinginum, at eingi avgjøld skuldu rindast av útgerð, sum varð leigað úr Svøríki og brúkt í sambandi við eina royndarverkætlan hjá jarðfeingi?


3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um útgerðin, sum hann umrøddi í svari sínum 4. oktober 2010, varð brúkt av øðrum enn Jarðfeingi, og um MVG og onnur avgjøld eru rindað í tí sambandi?


4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa nær umrødda útgerð kom til Føroya, hvussu leingi Jarðfeingi nýtti hana, og hvussu leingi Jarðfeingi formliga stóð sum leigari av útgerðini?


5. Tað skiltist á svarinum, sum landsstýrismaðurin gav løgtinginum 4. oktober 2010, at umrødda royndarverkætlan var liðug. Men ikki fyrr enn dagin eftir upplýsir Jarðfeingi fyri Taks og svenska eigaranum av útgerðini, at royndarverkætlanin er liðug. Hvussu ber tað til, at boðini fyrst komu til løgtingið úr landsstýrinum - og síðani frá Jarðfeingi til Taks og svenska eigaran?


5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um nakað samband er millum svarið, sum landsstýrismaðurin gav løgtinginum

4. oktober 2010, og skrivið, sum Jarðfeingi sendi Taks um sama mál dagin eftir?

Viðmerkingar
Sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald er gransking ikki undantikin frá MVG. Tí verður spurt hvat svarið, sum landsstýrismaðurin gav 4. oktober 2010 bygdi á.


Sambært skrivið frá Jarðfeingi til Taks, dagfest 5. oktober 2010, hevur umrødda útgerð formliga staðið í navninum hjá Jarðfeingi ið hvussu er frá mai 2008 til oktober 2010. Men sambært upplýsingum hjá spyrjaranum brúkti Jarðfeingi einans útgerðina í 2008. Tí verður spurt nær hon varð brúkt - og um hon møguliga er brúkt til onnur endamál.


4. oktober 2010 segði landsstýrismaðurin fyri løgtinginum, at "tá ið verkætlanin varð liðug" skuldi hon antin flytast av landinum ella skrásetast av nýggjum. Dagin eftir sigur Jarðfeingi í skrivi til Taks og til svenska útleigaran: "Nu, hvor prosjektet er afsluttet, skal boreudstyret ikke anvendes mere, og skal derfor enten flyttes tilbage til Sverige, eller registreres behørigt efter gældende regler".


Av tí at hetta verður sagt dag um dag úr landsstýrinum og av Jarðfeingi, verður spurt, um samband er ímillum.