Sjúrður spyr aftur um maritimar útbúgvingar

7 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hvønn marknað eru skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum ætlanin er at skipa í Klaksvík, ætlaðar til?


2. Sær landsstýriskvinnan nakran vanda fyri, at skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum ætlanin er at skipa í Klaksvík, orsaka av altjóða krøvum fara at hava lítið virði - bæði fyri tann einstaka og fyri landið?


3. Er nøkur formlig forðing fyri, at skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum skulu skipast í Klaksvík, kunnu geva atgongd til tær skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar, sum skulu skipast í Havn?


4. Er nakað formligt krav frá vinnu ella myndugleikum um, at tað skal krevjast miðnámsútbúgving fyri at sleppa at lesa til skipsførara ella maskinmeistara?


Viðmerkingar:
30. desember 2010 svaraði landsstýriskvinnan einum spurningi frá undirritaða um, hvørjir teir fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir eru av at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar í mun til at savna allar tær maritimu útbúgvingarnar á sama stað.

Í svarinum verður upplýst, at ætlanin um at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar til bachelorstøði hevur við sær, at fakligi felagsparturin millum hesar báðar útbúgvingarnar øðrumegin og skipara- og maskinistútbúgvingarnar hinumegin verður munandi minni, enn hann er í dag.


Í svarinum verður eisini upplýst, at tá ið uppraðfestingin av maritimu útbúgvingunum er veruleiki, verður upptøkukravið sum útgangsstøði ein miðnámsútbúgving, og krøvini til læraraførleikarnar verða á universitetsstøði við granskingarførleika. Ein náttúrlig avleiðing av hesum verður, at skipara­útbúgvingin, sum er 1,5 ár, ikki longur verður fyrri partur av skipsførara­útbúgvingini.


Tað skilst at hetta er ein av orsøkunum til, at tað verður hildið ráðiligt at hava útbúgvingarnar á hvør sínum stað.
Men at maskinistar og skiparar ikki kunnu merityvirføra til bachelorútbúgvingarnar hevur skapt ótta fyri, at teir kunnu renna fastar, tí størvini til fólk uttan fulla útbúgving fækkast í hvørjum. Færri slík størv í fiskiflotanum og í offshore-vinnuni gerast skipini størri og størri við teirri avleiðing, at lægru útbúgvingarnar ikki lúka krøvini.


Tí verður spurt hvønn marknað útbúgvingarnar, sum skulu vera í Klaksvík, eru ætlaðar til.


At tað skal krevjast miðnámsútbúgving fyri at koma inn á umrøddu útbúgvingar í Havn hevur hinvegin skapt iva um, hvørt hetta fer at útiloka fleiri av teimum, sum hava stóra áhuga fyri júst hesum útbúgvingum.