Sjúrður fingið svar viðvíkjandi eftirskúla

14 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hvørji ítøkilig stig hevur landsstýriskvinnan tikið í málinum um eftirskúla í Suðuroy, síðani Løgtingið tann 19. november 2009 heitti á hana um at fáa gongd á málið?

Svar: Fíggjarliga gongdin í landinum hevur ført við sær, at eg sum landsstýriskvinna í mentamálum havi verið noydd til at fremja raðfestingar og sparingar m.a. til tess at varðveita tær uppraðfestingar á útbúgvingarøkinum, sum eru framdar seinnu árini, og til tess at halda lív í verandi virksemi á mentamálaøkinum. Sparingar hava gjørt, at tað higartil ikki hevur verið møguligt at arbeiða miðvíst við stovnsetan av eftirskúla í Suðuroynni. Eg havi fyrr heitt á arbeiðsbólkin, sum hevur arbeitt við stovnsetan av eftirskúla í Suðuroynni, um at skjalprógva teirra part av fíggingini til bygging av eftirskúla í Suðuroy, men enn er nøktandi svar ikki komið.

Ætlanin var í sambandi við lógaruppskotið á vári 2010 um broytingar í fólkaskúlalógini at skapa rúm fyri at seta nýtt virksemi á stovn. Sum kunnugt fekk tað lógaruppskotið ikki undirtøku í Løgtinginum.

2. Hvørji ítøkilig stig fer landsstýriskvinnan at taka í hesum máli í komandi ári?

Svar: Mentanarnevnd løgtingsins ásannaði longu, tá málið um eftirskúla í Suðuroynni var til viðgerðar í november 2009, at ” fíggjarliga megin hjá landinum er ógvuliga avmarkað í løtuni, og leitað verður eftir sparingum á hvørji konto”. Enn er einki broytt í so máta. Tað er neyðugt at raðfesta. Mínar ætlanir við eftirskúla í Suðuroy standa framvegis við, og tær eru: Við at umskipa fólkaskúlaundirvísingina í Suðuroy í størri eindir, koma góðir nýmótans skúlar at verða til avlops. Tað er einki meira natúrligt, enn at ein av hesum skúlum verður nýttur til eftirskúla, og at ein íbúðarbygningur verður bygdur afturat til næmingabústaðir. Á fundi við allar kommunurnar tann 19. mai 2009 varð hesin spurningur viðgjørdur, og heitti eg tá á kommunurnar at taka stig til neyðuga skúlasamstarvið og at boða Mentamálaráðnum frá, hvar eftirskúlin kundi fingið innivist.

Tað er skilligt, at tað er trupult at seta skjøtul á tílíkt skúlasamstarv, og er tað tí mín ætlan sum skjótast at venda aftur til spurningin saman við kommunustýrum, skúlastýrum og skúlaleiðslum í Suðuroynni. Hetta eisini til tess at slóða fyri tí skúlareformi, ið er ein neyðugur liður í kommunureforminum.

Tórshavn, 13. oktober 2010


Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna