Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi kynsligum ágangi
1. Hvussu langt er arbeiði við at fáa heildarætlan móti kynsligum ágangi komið ávegis?
2. Nær kann væntast, at heildarætlanin móti kynsligum ágangi er liðug?
3. Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at fáa broytt ella avtikið fyrningarfreistina í málum, sum snúgva seg um kynsligan ágang?
Viðmerkingar
Uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynslugum ágangi, løgtingsmál 54/2012, er samtykt av einum samdum Løgtingið. Í viðmerkingunum til uppskotið er víst á, at alneyðugt er at fáa eina heildarætlan, sum viðger øll aspekt av hesum tragiska máli. Ætlanin er at fáa til vega tiltøk, sum kunnu fyribyrgja, viðgera, upplýsa og stuðla bæði teimum, sum eru rakt av kynsligum ágangi, familjum teirra og teimum, sum fremja brotsverkini.
Tað er nú eitt ár, síðan uppskotið bleiv samtykt. Tí er neyðugt at vita, hvussu arbeiðið líður, tí tað eru nógv fólk, ið bíða eftir hesum. Fólk, sum tørva viðgerð, hjálp og stuðul at koma ígjøgnum tað, tey hava upplivað.
Somuleiðis hevur fyrr verið víst á, at fyrningarfreistin eigur at broytast. Tí er spurningurin, um ætlanir eru frammi um at broyta ella avtaka fyrningarfreisitina, so fólk, sum hava verið fyri kynsligum brotsverkum, kunnu fáa málið fyri rættin, hóast eitt áramál er gingið, sum fer yvir 10 ár aftaná, at viðkomandi hevur fylt 18 ár.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Sirið Stenberg
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi sparingum á Hamragarði
1. Góðtekur landsstýriskvinnan, at ætlaðu sparingarnar á Hamragarði verða settar í verk?
2. Um nei, hvørji tiltøk fer landsstýriskvinnan so at seta í verk?
Viðmerkingar
Seinastu dagarnar hevur verið víst á í miðlunum. at Hamragarður skal spara 700.000 kr., sum samsvarar við áleið 60 arbeiðstímar um vikuna. Fyrstu sparingarnar eru, sum skilst, longu settar í verk, og restin verður effektuera 1 mai.
Starvsfólkini hava víst á, at tey meta sparingarnar koma at ganga beinleiðis út yvir røktina av teimum gomlu, og at avleiðingarnar kunnu verða, at búfólkini ikki kunnu koma upp áðrenn døgurða um vikuskifti, og tískil vera tað nøkur, sum koma at eta í songini. Somuleiðis er fráboðað, at køkurin skal steingja um vikuskiftini, og búfólkini fáa uppafturhitaðan mat. Harafturat eru allir ítrivstímar spardir burtur.
Havandi í huga ta óheppnu avleiðing, tað hevur fyri heilsustøðuna hjá fólki at liggja ov nógv í songini, er tað alneyðugt at fáa greiðu á, um landsstýriskvinnan góðtekur, at búfólkini fáa slíka røkt, ella um landsstýriskvinnan ætlar at koma við øðrum uppskotum og hvørjum, sum kunnu bøta um støðuna.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Sirið Stenberg

