Sirið spyr um um bíðlistar á sjúkrahúsunum

13 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Ber tað til hjá landsstyrismanninum við núverandi journalskipan at seta í verk samskipan av bíðlistunum á føroysku sjúkrahúsunum ?

Viðmerkingar
Í kjakinum sum tók seg upp í heyst um samskipan av sjúkrahúsunum í Føroyum bleiv víst á at ein av afturvendandi trupulleikunum vóru biðilistarnir. Somuleiðis hevur verið víst á henda trupulleika í miðlunum, umframt eisini á løgtingi.


Fleiri dømi hava verið um fólk sum hava bíða í mánaðir at sleppa framat meðan bíðitíðin á øðrum sjúkrahúsi kanska hevur verið 1-2 vikur. Fólk hava víst á, at tey ikki hava verið kunnað um møguleikan at sleppa á annað sjúkrahús, og tí kanska hava verið sjúkramendaði í mánaðir meðan tey hava bíðað.


Spurningtuin er tí um landsstyrismaðurin í verandi journalskipan TSH, ella á annan hátt kann samskipað bíðlistan,soleiðis at sjúkrahúsini og tey sum ávísa, aloftast kommunulæknarnir fáa innlit í samlaða bíðlistan, og harvið kunnu vísa sjúklinginum á hvar skjótast slepest framat.


Ivist onga løtu i at sjúklingurin fer har hann skjótast sleppur framat. Tað er heldur ikki nøktandi, hvørki fyri sjúklingin, ella fyri landskassan at sjúklingurin gongur sjúkrameldaður longri enn hægst neyðugt. Somuleiðis kunnu ressoursirnar á heilsuverkinum nytast skilabetri, so her eigur bara at vera nakað at vinna fyri allar partar.

Sirið Stenberg Tjóðveldi