Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í innlendismálum Kára P Højgaard um trygd í tunlunum
1 Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at tryggja at allir tunnlar hava ljós, telefonsamband/neyðtelefon, brandsløkkiútgerð og nøktandi skelting ?
2 Metir landsstýrismaðurin at ójavnin, sum er í trygdin í føroysku tunlunum er nøktandi fyri borgaran ?
3 Kann landsstýrismaðurin tryggja at allir tunlarnir lýka nútíðar trygdarkrøv ?
Viðmerkingar
Støðan í føroysku tunnlunum er sera ójøvn. Nakrir tunlar hava trygdarútgerð, ljós og telefonsamband. Aðrir tunnlar hava slettis onga útgerð, og vánaliga skelting. Í tunnlunum í Suðuroynni er tunnilin Øravík – Hov nýggjur og í góðum standi. Sumbiartunnilin hevur onki ljós, onki telefonsamband og onga trygdarútgerð. Ei heldur er tunnilin nakrantíð liðugtgjørdur.Áhugavert hevði verið at hoyrt frá landsstýrismanninum um hvørjar ætlanirnar eru um at gera tunnilin lidnan.
Tunnilin til Hvalbiar og tunnilin til Sandvíkar eru av teimum gomlu, eins og í norðoyggjum. Teir eru í einum spori, við víkiplássum av skiftandi góðsku. Nøkur av víkiplássunum eru allarhelst ikki ætlaði sum víkipláss, men eru støð sum tól og arbeiðsútgerð hevur verið sett á meðan arbeiðir hava verið í gongd. Vánalig skelting ger eisini at fólk ikki vita hvar í tunlinum tey eru stødd, og tí ikki vita nær tey skulu steðga fyri mótkoyrandi ferðslu. Stór akfør hava javnan trupulleikar, og nógvir bussar og stór arbeiðakfør kunnu als ikki koyra gjøgnum gomlu tunlarnar
Nógv fólk óttast at koyra í gomlu tunnlunum og trupult er eisini at reka vinnu á plássum har gomlu tunlarnar eru.
Javnan rapar í tunlunum, og tað er eitt undir at fleiri vanlukkur ikki hava staðist av hesum. Spurningurin er bert nær ólagaliga løtan verður.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi

