Sirið spyr um skipaða kreppuhjálp

9 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

til

Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum

Viðvíkjandi skipaðari kreppuhjálp

Hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum nakrar ætlanir um at virka fyri, at fólk, sum hava verið fyri ógvisligum, skakandi hendingum, kunnu fáa í boði skipaða kreppuhjálp?

Viðmerkingar

So ymisk,t sum lagnan lagar seg á lívsleiðini, so verða ávís fólk rakt av óháppum, vanlukkum ella øðrum skakandi hendingum, sum seta spor fyri lívið. Tíbetur kunnu flest øll - stuðlað av familju, góðum trygdarneti og góðum fólki annars - koma gjøgnum nógvar slíkar støður. Tó eru tað støður, har hendingarnar eru so mikið ógvisligar, og ávirkanin á persónin so mikið umfatandi, at trupult verður at fóta sær aftur. Í slíkum førum er umráðandi við sálarligari kreppuhjálp, sum kann vera bæði til bólkar og einstaklingar.

Royndir hava verið gjørdar við sjúkraliðum av fakfólki, sum starvast í primeru heilsutænastuni, har hesi eru skúlað til at veita kreppuhjálp. Ymiskt er tó um skipanin er virkin.

Tað upplivist sera tilvildarligt, um nøkur kreppuhjálp verður veitt, og hvør veitir hesa. Tí uppliva bæði tey, sum eru kreppurakt, og tey, sum varða av, stórt hjálparloysi og ivasemi um, hvør tekur hond um sálarligu løstirnar, fólk eru útsett fyri, og um nøkur hjálp yvirhøvur er at fáa.

Ógvisligir sálarløstir kunnu, um hjálp ikki verður veitt, ganga so mikið út yvir lívsgóðskuna, at gerandisdagurin ikki hongur saman. Hetta til stóran ampa fyri tann einstaka, familjuna, arbeiðspláss, ja samfelagið alt í síðsta enda. Tí er umráðandi at fáa sett gongd at eina skipaða tilbúgving við sálarligari kreppuhjálp, sum røkkur út um landið alt, og verður skipað upp á tvørs av ymisku áðalráðunum.

Í fleiri londum rundan um okkum hevur man ásannað, at sálarlig kreppuhjálp er eins týdningarmikil, sum hjálp og tilbúgving av likamligum slagi. Hetta í ásannanini av, at sálarheilsan er eins týdningar-mikil sum likamliga heilsan fyri at endurreisa seg aftan á traumatiskar hendingar.

Tí hesin spurningur til landsstýrismannin í heilsumálum um, hvørjar ætlanir eru á hesum týdningar-mikla øki

Á Løgtingi, 8. september 2014

Sirið Stenberg