1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar grundgevingar eru fyri, at nakrir fakbólkar partvís fáa goldið uppstiganina til bachelor, og aðrir ikki?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera eina nøktandi skipan, at fakbólkarnir eru so ójavnt viðgjørdir?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at allir fakbólkar verða viðgjørdir eins í sambandi við uppstigan til bachelor?
Viðmerkingar
Seinastu árini eru útbúgvingarnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum og lærarum uppstigaðar á bachelor støði. Hetta verður av teimum flestu mett, sum eitt útbúgvingarligt framstig og gevur hesum fakbólkum góðar møguleikar at útbúgva seg víðari, umframt at arbeiða meira vísindaligt.
Landsstýrismaðurin hevur útbúgvingarmál um hendi, og tí er hesin spurningur settur honum fyri at fáa greiðu á, hví so stórur ójavni er á økinum. Hetta hevur við sær sera ójavnar treytir at útbúgva seg undir, bæði millum fakbólkarnar, og innanhýsis í fakbólkunum. Onkur fær skeiðsgjaldið goldið, onkur fær frí við løn, onkur betalir alt sjálvur, onkur fær ferðaendurgjald o.s.fr. Hetta má metast sum ein sera óheppin gongd í útbúgvingarpolitikkinum.
Sum skilst, so hevur uppstiganin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verið til viðgerðar í Mentamálráðnum í fleiri ár. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu bachelorstigið inn í sáttmálan í 2007, var avtalan, at Mentamálaráðið skuldi bjóða útbúgvingina út. Lønin, sum næmingarnir á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum høvdu fingið, fall burtur, og lesandi frameftir komu upp í skipanina við lestrarstuðli.
Av tí, at tey, sum í dag útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing, lærara og námsfrøðing, verða útbúgvin bachelor, er trupulleikin við uppstiganini ein avmarkaður trupulleiki. Tað snýr seg um, at tey, sum framvegis hava gomlu útbúgvingina, fáa høvi at útbúgva seg á jøvnum føti við tey, sum eru bachelorar, tí starvsøkið er eins.
Tá ið heilsuhjálparaútbúgvingin bleiv sett á stóvn, fingu allar heimahjálpir møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálpara við løn, so tann skipanin var eins fyri øll. Umráðandi er at hava eins treytir fyri allar fakbólkar. Tað liggur eisini í kortunum at skipsførara¬útbúgvingin skal uppstiga til bachelor, so tað er umáðandi at hava ein leist at halda seg til, sum tryggjar øllum fakbólkum í landinum eins treytir at útbúgva seg undir.
Á Løgtingi, 6. september 2012
Sirið Stenberg

