Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum Anniku Olsen um heimatænastuna
1 Hvørja uppraðfesting hevur landsstýriskvinnan framt í heimatænastuni, fyri at betra um møguleikarnar hjá fólki at vera sum longst í egnum heimi ?
2 Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrskvinnan um at seta aftur í verk koyrandi náttarvaktir í øllum økjum ?
3 Ætlar landsstýriskvinnan at seta aftur í verk reingerð til heimabúgvandi fólk ?
4 Verður samlaða tímatalið til heimabúgvandi, veitt av heimatænastuni, økt í 2014 ?
Viðmerkingar
Eitt samt løgting hevur samtykt at taka undir við at vira fyri málsetninginum um, at fólk skulu hava møguleika at vera sum longt í egnum heimi, við rættari hjálp sjálvsagt, og sjálvsagt einans har tað ber til. Fyri at náa hesum málsetningi er neyðugt, at tær tænastur, sum heimabúgvandi borgarin hevur tørv á eru tøkar. Her er hugsað um heimahjálp, heimatænastu, heimasjúkrarøkt, endurmenning, dagtilboð og onnur røktarheimfyribyrgjandi tilboð.
Seinastu árini eru nógv nyggj røktarbúpláss bygd og tikin í nýtslu kring landið. Somuleiðis eru tímar minkaðir í heimatænastuni, og fleiri av tæanstunum, sum hava verið tøkar eru í dag burtur. Hetta ger møguleikan munandi verri at kunna búgva heima sum longst, og er við til at skapa enn størri røktartørv. Tí er áhugavert at fáa landsstýriskvinnuna at greiða frá hvørjar raðfestingar hon hevur framt á økinum, soleiðis at tað ber til at røkka málinum um at búgva sum longst í egnum heimi.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi

