Sirið spyr um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum

23 October 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrsmann í heilsumálum, viðvíkjandi framtíðarætlanum á psykiatriska økinum

1 Norðurlendsk livikorskanning vísir á, at psykiatriskir sjúklingar hava í miðal 15-20 ára lægri livitíð enn onnur. Hvørjar politiskar raðfestingar metir landsstýrismaðurin, at henda vitan eigur at hava við sær?

2 Hvørjar ætlanir eru um at útbyggja økispsykiatriina til at fevna um øll øki í landinum, og hvat er tíðarætlanin?

3 Fær psykiatriska økið hægri játtan í 2014 í mun til undanfarin ár?

4 Er játtan sett av til nýtt og/ella víðka virksemi á psykiatriska deplinum í 2014?

5 Hvussu nógv børn eru á bíðilista til barnapsykiatriska útgreinan og viðgerð?

6 Hvussu nógv vaksin eru á bíðlista til psykiatriska viðgerð og útgreinan?

Viðmerkingar

Í miðlunum (Sosialurin 9. oktober 2013) hevur verið víst á eina norðurlendska livikorskanning, sum millum annað hevur staðfest, at miðallivialdurin hjá psykiatriskum sjúklingum er áleið 15-20 ár styttri enn hjá øðrum. Hetta er sera órógvandi vitan. Føroyskir sjúklingar eru ikki við í kanningini, men serfrøðin á økinum í Føroyum metir ikki, at orsøk er til at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum. Víst verður á, at lækkanin í miðallivialdri serliga stendst av, at psykiatriskir sjúklingar hava fleiri lívsstílssjúkur enn onnur, so sum diabetes, hjartasjúkur, lungnasjúkur, yvirvekt, øktur títtleiki av alkoholi og rúsevnum, minni rørsla o.s.fr. Kanningin hevur verið almannakunngjørd í tíðarritinum PLOS ONE og byggir á kanningar av 270.000 sjúklingum, sum í tíðarskeiðnum 2000 – 2006 hava verið innlagdir á psykiatriskum sjúkrahúsi í Svøríki, Danmark og Finlandi.

Mett verður, at kanningin eigur at viðføra, at miðvís átøk vera sett í verk fyri júst henda málbólk fyri at hækka um miðallivialdurin, og fyri at betra um heilsu og lívsgóðsku hjá psykiatriskum sjúklingum. Tí hesin spurningur um hvørji átøk landsstýrismaðurin metir, vit eiga at seta í verk í Føroyum fyri at skapa møguleikar fyri batum fyri júst henda viðbrekna bólk av fólki.

Viðvíkjandi økispsykiatriini so er hendan enn ikki útbygd til øll økir í landinum enn. Økispsykiatriin hevur millum annað til uppgávu at taka hond um psykiatriskar sjúklingar, har tey búgva, og er tann fyriskipan landi hevur til at skapa kontinuitet aftaná útskrivan, skilt soleiðis at økispsykiatriin fylgir tí upp, sum er avrátt undir innleggjan, og stuðlar í ymsum spurningum í sambandi við lívið við sálarsjúku. Starvsfólkini eru fakfólk og kunnu virka sum millumlið millum psykiatriska depilin og sjúklingin. Eisini eru týðandi uppgávur millum annað í mun til avvarðandi o.o.

Í økjum har eingin økispsykiatri er, eru psykiatriskir sjúklingar í nógv størri mun enn neyðugt sleptir upp á fjall. Sjúkan er enn nakað tabu-løgd og fjald, og tí er trupult úti um í landinum hjá nógvum at hava nakran at deila sína støðu við. Hetta kann gera støðuna enn verri, og óivað eru eisini nógv menniskju úti um landi, sum ongantíð eru komin í rætta viðgerð, men liva við sjúkuni, ofta undir sera truplum umstøðum.

Umframt trupulleikar fyri tey raktu og avvarðandi, so leggur manglandi økispsykiatriska tilboðið eisini eitt stórt trýst á aðrar skipanir í teimum økjum, har eingin økispsykiatri er, millum annað á kommunulæknarnar og heimasjúkrasystrarnar, sum fáa munandi størri uppgávur at loysa enn onnur. Somuleiðis eru eisini sosialpsykiatrisk bútilboð sett á stovn í økjum, har eingin økispsykiatri er.

Ein sjálvfylgja fyri eitt framkomið samfelag er, at allir borgarar í landinum eiga somu rættindi til hjálp, stuðul og viðgerð á heilsuøkinum, og at hetta eisini er galdandi fyri sálarsjúk. Tí er spurningurin til landsstýrismannin um, hvørjar ætlanir eru um at víðka um økispsykiatriska tilboðið, og hvussu hetta verður sett í verk, og hvør tíðarætlanin er, her íroknað hvat kann væntast at henda í 2014. Spurningurin er tí eisini, hvussu játtanin hjá psykiatriska deplinum sær út, og um lagt er upp fyri nýggjum virksemi, og hvussu psykiatriska økið verður raðfest.

Nevnast kann eisini at vit í Føroyum ikki hava nakra psykiatriska skaðastovu, har fólk kunnu venda sær til í bráðfeingis støðum. Ein Psykiatrisk skaðastova kundi umframt sítt virksemi tikið sær av skipaðari sálarligari krepputilbúgving, og til dømis eisini havt eina telefonráðgeving, sum sjúklingar og avvarðandi altíð kundu vent sær til. Á altjóða psykiatridegnum 10. oktober í ár varð skipað fyri almennum tiltaki, og har bleiv millum annað víst á fólk, sum hava tað vánaligt, og tey, sum eru sjálvmorðshótt, ofta mangla ein at ringja til, umframt at ráðgeving og skúling kring landið mangla í stóran mun. Spurningurin er tí, um lagt er upp fyri nøkrum nýggjum virksemi á Psykiatriska økinum í 2014, so vit framhaldandi dagføra og betra psykiatrisku tænastuna.

Bíðilistar hava tíverri verið ein afturvendandi trupulleiki á barnapsykiatriska økinum, og seinastu árini hevur verið gjørt nakað fyri at bøta um hetta. Spurningurin er, hvussu sær út á hesum øki nú, og um tað eisini eru bíðilistar hjá vaksnum sálarsjúkum

Spyrjarin metir tað vera av alstórum týdningi, at politiska skipanin alsamt tryggjar sálarsjúkum nøktandi tænastur, serliga við tí í hyggju, at hesin bólkur ikki altíð megnar sjálvur at gera vart við sína støðu.

Á Løgtingi, 23. oktober 2013

Sirið Stenberg