Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í vinnumálum um flutningsskyldu hjá Strandferðsluni
Ásannandi at vinnan í útjaðarinum er skerd eftir at Farmaleiðir hildu uppat vera hesir spurningar settir
- Metir landsstyrismaðurin tað vera nøktandi at flutningsskyldan hjá Strandferðsluni er galdandi einvegis úr Suðuroynni og norður eftir, og ikki hinvegin, til Suðuroynna ?
- Hevur landsstýrismaðurin nakra ítøkiliga loysn uppá henda trupulleika fyri vinnuna í Suðuroynni ?
-Hevur Landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at endurreisa Farmaleiðir ?
Viðmerkingar
Hugsjónin um at menna økir í landinum nýtist ikki at vera meira høgt flugvandi enn at tryggja borgarunum gott ferðasamband, og fyri vinnuna nøktandi farmaflutning. Tað snýr seg í stóran mun um at tryggja, at grundleggjandi tænastur og javnrættindi røkka øllum borgarum.
At einskiljing ikki altíð gongur hond í hond við økismenning er einskiljingin av Farmaleiðum eitt gott dømi uppá. Tey privatu feløgini ið tóku flutningin yvir, frávaldu fleiri leiðir til tey smærru plássini, eins og tey frávaldu flutning av smærri nøgdum. Samstundis varð flutningurin millum Føroyar og útlandi allur lagdur umvegis Tórshavn. Hetta viðførdi, at smærri virkir runt um í útjaðaranum høvdu verri møguleika fyri at vera við í kappingini.
Tá ið Farmaleiðir hildu uppat komu útróðrarmenn í Suðuroynni í trupulleikar við at teir ikki sluppu av við fiskin av oynni. Sum fylgja av hesum fekk Strandferðslan flutningsskyldu at flyta fiskin frá uppboðssølum úr Suðuroynni til Smyril og síðani norður til Havnar. Tað sum tíverri bleiv gloymt í hesum var, at um ein vinnurekandi í Suðuroynni ynskir at keypa ráðvøru til Suðuroynna, so er sama flutningsskylda ikki galdandi. Við einskiljing av Farmaleiðum hevur Strandferðslan ikki flutningsmøguleikan av fiski frá uppboðssølum norðanfjørðs til Smyril sum síðani flytir fiskin til Suðuroynna.
Stransferðslan hevur sostatt skyldu at flyta fiskin norður til Havnar, og ikki suður til Suðuroynna. Ein avleiðing er at prísurin at flyta fiskin suður er upp í 3 ferðir hægri, enn at flyta fiskin úr oynni. Hvussu kunnu tá virkir í Suðuroynni keypa fisk suður, og vera kappingarfør ??
Eigur tað ikki at vera ein sjálvfylgja at flutningsskyldan er galdandi bæði suður og norður ?
Landsstýrismaðurin hevur í miðlunum ført fram at hann metir tað vera eitt afturstig fyri útjaðaran at Farmaleiðir blivu niðurlagdar. Vænti at nógv eru samd við honum í hesum. Tí er áhugavert at vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at arbeiða fyri at broyta hesa skipan, og arbeiða fyri at endurreisa farmaleiðir.
Skipanin við farmaflutningi hjá Strandferðsluni virkar eisini ójavnt í dag. T.d virkar skipanin ikki í Suðuroynni, men í øðrum økjum í landinum. Tænastan sum vit øll gjalda fyri veitir sostatt ikki somu tænstu til øll.
Sirið Stenberg

