Sirið spyr um ferðaseðlakostaðin hjá pensjónistum, sum sigla við Strandfaraskipum Landsins

4 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1 Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at broyta ferðaseðlakostnaðin hjá pensjónistum, sum ferðast við bili?


2 Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta samlaða ferðaseðlakostnaðin hjá pensjónistum, sum ferðast við bili?


3 Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um, at avslátturin, sum í dag er galdandi fyri pensjónistar, kann førast yvir á ferðaseðilin, um pensjónisturin hevur bil við?

4 Eru nakrar broytingar ávegis víðvíkjandi javnsetanini av ferðaseðlakostnaðinum sum heild?


Viðmerkingar
Tá ið pensjónistar ferðast við bili fáa tey ikki nakran pensjónistaavsláttur. Ferðast tey hinvegin uttan bil, er avsláttur í ferðaseðlakostnaðinum. Spurningurin er tí, um pensjónisturin, sum ferðast við bili, ikki átti at fingið avslátturin við sær, annaðhvørt sum avsláttur av samlaða kostnaðinum, ella partvís sum tann part, pensjónisturin annars hevði fingið uttan bil.


Pensjónistar úr útjaðarinum hava, sum øll onnur, tørv á at gera ørindir og ferðast. Nógvar almennar tænastur, sum fólki tørva, liggja í miðstaðarøkinum, eitt nú á heilsuøkinum. Tað kann vera óhøgligt at ferðast uttan bil, og í nøkrum førum sera darvandi, og ella ógjørligt. Umframt hetta, so er tað alt ov dýrt hjá pensjónistum at ferðast við bili.


Við vaksandi fráflytingini úr útjaðarinum veksur eisini tørvurin hjá pensjónistum at ferðast og á henda hátt at halda samband við familju og børn.


Uppskot til samtyktar er samtykt av einum samdum Løgtingi um at arbeiða fyri at javnseta ferðaseðlakostnaðin sum heild . Áhugavert hevði verið at fingið greiðu á, hvussu langt hetta arbeiði er komið, og nær vit kunnu vænta, at arbeiðið er liðugt.


Tá ið pesjónistar ferðast við Strandfaraskipunum, gjalda tey fullan ferðaseðlakostnað, um tey ferðast við bili. Tí vera hesir spurningar settir.


Á Løgtingi, tann 3. september 2012

Sirið Stenberg