Sirið spyr um fátækramark

10 April 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum Løgtingsmál nr. S-34/2013 Viðvíkjandi fátækramarki

1. Hvussu ber tað til, at samtyktin í løgtingsmáli nr. 85/2010 um at áseta fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot er broytt til at áseta fátækramarkið og at eyðmerkja orsøkir til, at fólk liva í fátækt?

2. Hvørji tiltøk ætlar landsstýrskvinnan at seta í verk fyri tey, sum liva í fátækt?

3. Hvørji átøk fer landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at betra um livikorini hjá børnum, sum liva í fátækt?

Viðmerkingar

Nú eru áleið trý ár gingin, síðan Løgtingið samtykti, at arbeiðast skuldi við at áseta eitt føroyskt fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot.

Álitið um fátækramarkið er nú loksins liðugt, og í álitinum er víst á, hvat eitt føroyskt fátækramark er, og hvørjar orsøkir kunnu vera til fátækt.

Hetta er ikki júst sama orðing, sum løgtingsmál nr. 85/2010 legði upp til, har eisini var mælt til at leggja fyr Løgtingið viðkomandi lógaruppskot. Tí sóknast spyrjarin eftir eini grundgeving um, hví upprunaætlanin við uppskotinum ikki er fylgd, og hvør hevur broytt ætlanina.

Fátækramarkið er ásett at vera 3 ár við inntøku lægri enn 60 % av miðalinntøkuni, tó undantikið børn, har stutttíðar fátækt hevur negativ árin, og tí er álvarsamari.

Í álitinum um fátækramark er nógv gott og viðkomandi tilfar komið fram. Her er eyðmerkt, hvørji fólk og bólkar eru serliga útsett, og hetta eru neyðugar og hentar upplýsingar fyri at arbeiða við einum málrættaðum átaki, sum kann bøta um livikorini hjá hesum menniskjum.

Víst er á, at uml 1550 fólk liva í fátækt. Stakir uppihaldarar eru tey við nógv tí lægstu inntøkuni, men víst er eisini á, at fólk á arbeiðsmarknaðinum eru fátøk. Sagt verður eisini, at fólkapensjónistar í høvuðsheitum ikki eru fátækir, tó so at nakrir eru. Viðvíkjandi børnum, so verður víst á, at 350 børn liva í húskjum, har inntøkan er undir 60% markinum.

Børn, sum vaksa upp í fátækt, eru serliga viðbrekin. Stutttíðar fátækradømi kann hava sera álvarslig árin á barnalívið, og tí er umráðandi at seta øll segl fyri at betra um livikor og framtíðarmøguleikar hjá hesum børnum. Millum annað er tað staðfest, at børn í fátækt sum heild eru í størri sosialum vanda við negativum sosialum arvi sum ein álvarslig avleiðing. Eisini eru sannlíkindini fyri, at hesi børn fáa eina nógv verri útbúgving enn hjá øðrum børum, og harvið eru útlitini fyri einum góðum vaksnamannalívi skerd longu í barnaárum, av tí at foreldrini eru fátøk. Tí er umráðandi at fáa at vita frá landsstýriskvinnuni, hvat hon ætlar sær at gera fyri tey.

At stakir uppihaldarar hava tað trupult er eyðsæð, og arbeiði við fátækramarkinum staðfestir eisini, at hesin bólkur hevur nógv tað lægstu inntøkuna. Av orsøkum, sum nevndar eru, er trupulleikin við at fáa fulltíðar starv, kostnaðarmikil bústaður, sosialar brádliga íkomnar støður so sum deyði, arbeiðsloysi, samlívsslit, sjúka og aðrar umstøður, har liviumstøðurnar broytast grundleggjandi. Ofta hava stakir uppihaldarar víst á, at teir kenna seg noyddar at flyta. Antin heim til foreldur, um tað er ein møguleiki, ella av landinum, um eingi útlit eru fyri at kunna forsyrgja sær og sínum her heima. Fara støku uppihaldararnir av landinum, er sorgarleikurin dupultur. Landið missir bæði nútíð og framtíð, umframt at fólk kunnu koma í truplar støður við at missa trygdarnetið og aðrar um¬sorganar-persónar, ið eru teimum nær. Tí er spurningurin, hvussu landsstýriskvinnan ætlar sær at bøta um korini hjá støkum uppihaldarum.

Í álitinum um fátækramark er eisini víst á, at pør, har bæði eru á arbeiðsmarknaðinum, liva undir fátækramarkinum. Hetta er skelkandi vitan. At pør, sum arbeiða og hava tvær inntøkur, eru so mikið illa fyri, at tey liva undir fátækramarkinum.

Tí er eisini neyðugt at fáa at vita, hvørji átøk verða gjørd fyri hesar familjur.

Samanumtikið ynskir spyrjarin svar frá landsstýriskvinnuni upp á tiltøk til frama fyri at hjálpa fólki í fátækt, íroknað eisini teir pensjónistar, sum liva undir 60 % markinum

Á Løgtingi, 9. apríl 2014

Sirið Stenberg