Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um farleiðina til Fámjins, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-manni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Vil landsstýrismaðurin ítøkiliga arbeiða fyri tunnli til Fámjins?
2. Vil andsstýrismaðurin virka fyri at fáa verðurstøð á Fámjinsvegin, so koyrilíkindini kunnu fráboðast?
Viðmerkingar
Tey, sum hava verið í Fámjin og kenna farleiðina, vita, hvussu trupult tað kann vera at koyra til Fámjins. Vegurin er smalur, sýnið er vánaligt, svingini eru hættislig, og vegurin liggur høgt uppi. Tað hendir seg tíðum, at grót ryður oman á vegin, og serliga um veturin er trupult - um ikki ómøguligt - at koyra ávísar dagar.
Eingin ivi tykist vera um, at framtíðarfarleiðin má verða ein tunnil. Vegasambandið er í dag ein so stórur bági, at dømi eru um, at familjur annaðhvørt eru fluttar úr bygdini, ella aftra seg við at flyta til.
Tørvurin á farleiðini er stórur. Fólk arbeiða allastaðni í oynni, og skúlabørn koyra dagliga í skúla og til frítíðarítriv. Eingin handil er í bygdini, einki posthús, banki, dagrøkt, barnagarður ella aðrar tænastur, sum fólk hava tørv á. Tí verður nógv koyring hjá teimum, sum búgva á staðnum.
Fyri at gera farleiðina nakað tryggari, meðan bíða verður eftir tunlinum, hevði tað bøtt um, um veðurstøð var, sum fráboðaði koyrilíkindini um veturin. Frammanundan eru 25 veðurstøðir í Føroyum, men eingin á Fámjinsvegnum. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.
Á Løgtingi, 6. november 2013
Sirið Stenberg

