Sirið spyr um ergoterapi møguleikar í Suðuroynni

9 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur ergoterapi, settur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at fólk í Suðuroynni fáa nøktandi ergoterapeutiska viðgerð og endurmenning?

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at fáa játtan til ergoterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi?

Viðmerkingar

Ein stórur partur av at hava eina nøktandi endumenningartænastu og viðgerð á sjúkrahúsunum er at hava neyðugu fakligu førleikarnar tøkar. Tað snýr seg um tvørfakligt samstarv millum ymiskar relevantar fakbólkar, og manglar ein av fakbólkunum, verður tænastan ikki nøktandi. Harvið fær sjúkrahúsið ikki bjóðað sínum sjúklingum ella viðskiftafólki nøktandi endurmenningartænastu.

Útlitini fyri at endurvinna mistar førleikar og fyri at menna sítt menningartilfeingi verður tí skert fyri fólk, sum búgva á staði, har tænastan ikki finst. Ein onnur avleiðing kann vera, at fólk flyta burtur úr økinum, tí vitanin um, at viðgerðartilboð eru í øðrum økjum, dregur, tí øll vilja gera sítt til at fáa bestu útlit til eitt innihaldsríkt lív við støði í tí støðu, viðkomandi er í.

Fram til 2011 hevði Suðuroyar Sjúkrahús ergoterapi. Vegna sparingar bleiv tænastan tá tikin burtur og hevur ikki verið til staðar síðan. Hetta hevur sett nógv fólk í sera truplar støður. Nógv børn við trupulleikum av ymiskum slagi, sum t.d rørslutarni, sansamotoriskum trupulleikum, viðføddum sjúkum ella brekum høvdu stóra gleði av at fáa hetta neyðuga viðgerðartilboð. Somuleiðis fólk við heilabløðingi, blóðtøppi í heilanum og ymiskum neurologiskum sjúkum. Umframt tað stóra arbeiði, sum liggur í uppvenjing aftan á ólukkur og likamsbrot av ymiskum slagi. So málbólkurin er stórur, og nógv er at vinna fyri tann einstaka í endurvunnum førleikum, og harvið betri framtíðarútlitum.

Støðan síðan 2011 hevur verið trupul. Fólk við børnum eru noydd at fara av oynni fyri at fáa ergoterapi. Hetta er als ikki nøktandi. Vegna stóru fjarstøðuna, so verður ov lítil kontinuitetur í viðgerðini, umframt at tað ikki er sameiniligt við skúlagongd hjá barninum og arbeiðslív hjá foreldrum. Eisini eru sjúklingar, sum ikki kunnu útskrivast til Suðuroyar sjúkrahús ella til hús, tí eingin ergoterapi er. Onnur dømi eru um fólk, sum áttu at fingið ergoterapi, onga fáa.

Tað er sera umráðandi, at ergoterapi er á øllum sjúkrahúsum. Tænastan er neyðug bæði fyri innlagdar sjúklingar, og sum ambulant tilboð. Uppfylging og framhaldandi menning av førleikum kann vera ein áralong tilgongd. Um ikki, kann nógv detta niðurfyri, sum setir fólk í støður við munandi verri heilsustøðu, enn neyðugt er.

Tí er umráðandi at vita, hvussu Karsten Hansen, landsstýrismaður, vil tryggja suðringum javnbjóðis rættindi til heilsutænastur, og um landsstýrismaðurin hevur ítøkiligar ætlanir um at virka fyri, at ergoterapeutur verður settur á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Landsstýrismaðurin hevur fyrr fráboðað, at hann ætlar at koma við eini lóg um endurmenning. Eisini í sambandi við ta ætlanina er ergoterapeuturin neyðugur í mun til ta tænastu, man tá ætlar at veita.

Tað er eingin ivi um, at endurmenning gevur úrslit bæði likamliga og menniskjans¬liga, og harvið eisini, sum frá líður, fyri heilsuverkið.

Á Løgtingi, 8. mai 2014

Sirið Stenberg