Sirið spyr um brúkaragjøld

18 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í “Á rættari kós” stendur orðarætt “fyri at tryggja, at tænastan skal vera á nóg góðum stigi, kann ein møguleiki verða at taka brúkaragjøld fyri tænastur á heilsuøkinum”


1. Tekur landsstyrismaðurin undir við, at brúkaragjøld vera sett á heilsutænastur?


2. Hvørjar heilsutænastur er brúkaragjaldið ætlað at fevna um?


3. Hvussu nógvan pening verður mett, at sparast kann við hesum átaki?


4. Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um, hvussu brúkaragjaldið á heilsutænastur kann skipast, og eftir hvørjum leisti er ætlanin, at goldið verður?


Viðmerkingar
Sjúka og heilsa eru neyvt tengd at sosialum umstøðum. Hetta er staðfest í øllum okkara granna¬londum, men tíverri er lítil og eingin sosial gransking á hesum øki í Føroyum. Aðrastaðni er staðfest, at tey við lægst inntøkum og við vánaligast livikorum eru mest útsett í mun til sjúku. Serliga eru tað lívsstílssjúkurnar, sum hesin bólkur er raktur av, men eisini sjúkur og slit av arbeiði, tí aloftast hevur hesin bólkur tey likamliga tyngstu arbeiðini, skiftandi arbeiðstíðir og arbeiðsumstøður, sum hava negativ árin á heilsuna.


Tí fara brúkaragjøld fyri heilsutænastur altíð at raka sosialt órættvíst.


Í Føroyum hava vit havt tað grundsjónarmið, at heilsutænastan er samhaldsføst og røkkur øllum. Hetta er eitt av virðunum, okkara samfelag byggir á. Tí hava fólk frammanundan goldið fyri heilsutænasturnar gjøgnum skattin, og øll gjalda til Heilsutrygd.


Á Løgtingi, 17. apríl 2012
Sirið Stenberg