Sirið spyr um alternativa havn til Smyril

28 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um alternativa havn til Smyril, settur Johan Dahl, landsstýris-manni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Smyril hevur alternativa havn at fara í, tá ið tað ikki ber til at leggja at í Tórshavn?

Viðmerkingar

Støðan á suðuroyarleiðini er í løtuni ótolandi.

Av tí at Smyril, vegna brek, ikki siglir við fullari megi, eru nógvar avlýsingar og seink-ingar, og enntá er Smyril vendur suður aftur aftaná at hava ligið uttan fyri molan í Havn og ikki fingið lagt at.

Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru ein sera stórur bági fyri fólk og vinnuna. Dagliga ferðast fólk til arbeiðis bæði innanoyggja og til útlandi, fólk skulu í læknaørindir, lestrarørindir, vinnan skal hava farm til og frá og mangt annað.

Samferðslu¬møguleikarnir eru av alstórum týdningi fyri eitt framkomið samfelag, og eru nøktandi samferðsluviðurskifti ein fyritreyt fyri at liva og virka í einum oyggja-samfelag.

Tað kann vera drúgv tíð at bíða til Smyril er umvældur, tí er tørvur á eini bráðfeingis loysn á alternativari havn til Smyril í stundini.

Á Løgtingi, 27. november 2013

Sirið Stenberg