Sirið spyr um almannaveitingar og økispsykiatri

7 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum
Viðvíkjandi áseting av almannaveitingum


1. Nú fleiri feløg hava samrátt seg fram til nýggjar sáttmálar, hvussu nógv verða almannaveitingarnar at hækka í % samsvarandi hesum sáttmálum?


2. Hvussu nógv fær ein fólkpensjónistur, sum einans hevur fólkapensjónina at liva av, meira í krónum og oyrum um mánaðin?


3. Hvussu nógv hevur ein stakur forsyrgjari fingið meira um mánaðin í krónum og oyrum ?


Viðmerkingar
Í desember 2011 blivu almannaveitingarnar ikki hækkaðar ætlaða prosentið. Hetta bleiv framt við at broyta lógina um javning av almannaveitingum og leingja eitt ár fram við ongari hækkan. Allar almannaveitingar standa sostatt í stað, hóast vit vita, at onnur gjøld eru hækkað í sama tíðarkeiði, t.d heilsutrygd og SEV, eins og vit vita, at kostanaðrstøðið er høgt. Teir samfelagsbólkar, hetta rakar, eru t.d fólkapensjónistar, stakir uppihaldarar og fyritíðarpensjónistar. Bólkar, sum frammanundan fleiri eru mettir partvís at liva í fátækravága.


Í viðgerðini av løgtingsmáli nr. 95/2011 um áseting av almannaveitingum kom fram í orðaskiftinum, og stendur beinleiðis orðað í viðmerkingunum til uppskotið, at landsstýrið er samt um, at verða lønarsáttmálarnir broyttir, skuldu veitingarnar broytast samsvarandi. Tí er alneyðugt at fáa staðfest, hvussu lønarsamráðingarnar fara at ávirka hesar bólkar


Á Løgtingi, 6. februar 2012
Sirið Stenberg

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum
Viðvíkjandi økispsykiatri


1. Hvussu væl er økispsykiatriin útbygd í Føroyum?


2. Í hvørjum økjum er henda tænasta tøk?


3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at fáa økispsykiatriina setta á stóvn um alt landi?


4. Í teimum økjum har økispsykiatriin virkar, hvussu er hon skipað?


Viðmerkingar
Fyri at fáa nøktandi heildartilboð í viðgerðina av sálarsjúkum krevst ein vælvirkandi økisspykiatri. Uppgávan hjá økispsykiatriini er samansett og fevnir um t.d at stuðla sjúklingum at vera í viðgerð, og at geva viðgerðina, tá ið tað snýr seg um heilivág. Starvsfólkini í økispsykiatriini hava tætt samband við sjúklingarnar og kunnu tí neyvt eygleiða broytingar í heilsustøðuni, og tískil skjótt fáa eyga á, um sjúklingurin versnar. Tá ið varnast verður hetta tíðliga, kann røtt viðgerð setast í verk tíðliga, og avleiðingarnar av sjúkuni kunnu tí gerast minni.


Somuleiðis vita vit, at sálarsjúk kunnu hava trupult við sjálvi at uppsøkja lækna og viðgerð sum heild. Tí er eitt vælvirkandi lokalt tilboð av stórum týdningi fyri henda bólk av okkara borgarum. Økispsykiatriin kann virka i tvørfagligum lokalum samstarvi og eisini gera uppsøkjandi arbeiði í ein ávísan mun.


Eitt eyðkenni hjá nógvum sálarsjúkum er ótti. Hesin ótti kann hava við sær, at viðkomandi ikki megnar at sigla ella koyra. Tì er ikki ókent, at tað eru psykiatriskir sjúklingar, sum nærum ikki eru í samband við etableraða psykiatriska umhvørvið. Hesi fólk høvdu fingið eina munandi betri tænastu í nærumhvørvinum, um økispsykiatriin virkaði.


Somuleiðis betrar økispsykiatriin um heildartilboðið í viðgerðini. Psykiatriski Depilin og økisspykiatriin høvdu samstarva við sjúklingin í sambandi við útskrivan og víðari viðgerð. Hetta gevur kontinuitet í viðgerðini og kann í fleiri førum minka um innleggingartíðina.
Økispsykiatriin eigur eisini at vera ein natúrligur samstarvspartur í virkistilboðum til sálarsjúk
Psykiatriska økið hevur verið so mikið niðurraðfest í Føroyum, at vit enn tosa um eitt relativt nýtt øki, sjálvt um vit øll vita, at sálarsjúk altíð hava verið, og nokk altíð koma at vera. Við at fáa økispsykiatri at virka í øllum økjum í Føroyum høvdu vit komið eitt fet nærri málinum um eina nútímans psykiatriska viðgerð, sum nær út til allar borgarar í landinum.


Á Løgtingi, 6. februar 2012
Sirið Stenberg