Sirið spyr um ætlanir við fólkapensjónini

9 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen landsstýriskvinnu í almannamálum um ætlanir við fólkapensjónini

1 Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at hækka fólkapensjónina hesa tingsetuna ?

2 Er ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at koma við uppskoti um at mótrokna í grundarupphæddini ?

3 Eru lagdar nakrar ætlanir fyri pensjónsviðurskiftini hjá fólki, sum ikki eru umfataði av nýggju eftirlønarlógini ?

Viðmerkingar

Stórar broytingar eru framdar á pensjónsøkinum, sum fara at broyta pensjónsøkið munandi framyvir. Nýggja eftirlønarlógin ger at fólk sjálvi spara upp til sína pensjón. Tí eru ávísir bólkar undantiknir eftirlønarsamansparingini, og spurningurin er tí hvussu framtíðar pensjónsviðurskiftuni hjá teimum fólkunum vera. Ótryggleiki valdar, av tí at ymiskar fáboðanir eru komnar. Fra samgongusíðu hevur verið víst á arbeiðast skal við at fremja at mótrokning í grundarupphæddini av fólkapensjónini.

Somuleiðis hevur verið víst á at pensjónsaldurin skal hækkast. Tí er umráðandi at landsstýriskvinnan greiðir frá hvørjar ítøkiligar ætlanir eru ávegis.

Fólkapensjónin kann sigast reelt at vera minka í virði, í og við at kostnaðarstøði er hækka munandi. Tí er neyðugt at fáa greiðu á um landsstýriskvinnan arbeiðir við at hækka fólkapensjónina, so trygd fæst fyri at allir fólkapensjónistariar hava fíggjarumstøður at liva eitt virðiligt lív á ellisárum.

Sirið Stenberg Tjóðveldi