Munnligur fyrispurningur til Landsstýriskvinnuna í Almannamálum Anniku Olsen um bústaðartilboð til næmingarnar á Rásini
- Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í Almannamálum um at útvega næmingunum á Rásini
bústað nú tey vera liðug við skúlan medio desember ?
Viðmerkingar
Rásin í Saltangará er eitt eftirskúlatilboð og samdøgursstóvnur til ung við menningartarni. Í løgtingslóg frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki, við seinni broytingum, verður lagt upp til at næmingarnir aftaná lokna skúlagongd skulu hava bústaðartilboð í boði. Um stutta tíð vera 7 næmingar lidnir og hava hesi onki bústaðartilboð. Nøkur teirra kunnu venda heim aftur til foreldrini, meðan onnur eru í tí støðu at tey ikki hava nakran at fara til, ella at tey nærmastu ikki megna uppgávuna meira vegna sjúku ella aðrar umstøður.
Skúlatilboðið sum næmingarnar nú vera lidnir við hevur millum annað styrkt førleikarnar hjá teimum ungu til at megna eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt. Endamálið hevur millum annað verið at tey ungu kunnu megna at flyta fyri seg sjálvi aftaná skúlagongdina, annahvørt í sambylið ella íbúð. Skulu tey ungu nú flyta aftur til foreldrini hevur fyriskipanin ikki rokkið sínum endamálið.
Íalt eru 65 fólk við menningartarni á bíðilista til bústað sambært Javna. Hesi tørva annahvørt sambýlið ella egna ibúð har tey kunnu klára seg við stuðli í heimi
Vágur 28 novembur 2011
Sirið stenberg
Løgtingskvinna

