Sirið Stenberg hevur sett Anniku Olsen skrivligan fyrispurning viðvíkjandi ætlanini um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin
Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi ætlanini um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin
1. Kann landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum um at útvega bústað til ung við sálarsjúku ikki bleiv til nakað?
2. Er tað rætt, at gannaundirskriftir hava broytt ætlanina?
3. Hevur Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin upp á pláss?
4. Er ætlanin, at Almannamálaráðið flytur ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við serligum avbjóðingum til Bústaðir?
5. Hvør er nú ætlanin við at útvega bústað til fólk við sálarsjúku?
Viðmerkingar
Tað vóru skakandi tíðindi í miðlunum í gjár, tá ið tað kom fram í ljósmála, at ætlanin at útvega ungum fólkum við sálarsjúku bústað á Íslandsvegnum er farin fyri bakka.
Í áravís hevur tað verið ein trupulleiki at útvega hesum menniskjum ein bústað. Tí var gleðin stór, tá ið Bústaðir fekk møguleika at fara inn í hetta arbeiðið og harvið vera viðvirkandi til at fremja bú¬stað¬¬arpolitikk landsins í verki.
Vit ynskja eitt inkluderandi samfelag. Eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, og sum eisini kann bjóða øllum fólkum virðiligar og mennandi umstøður. Henda hugsan má síggjast aftur í veruligum átøkum. Annars eru hugtøkini tómir flosklar, sum geva fólki falskar væntanir um eitt Føroyar fyri øll.
Kunning, kring málið um íbúðirnar á Íslandsvegnum, til almenningin og til Løgtingið er í verandi støðu sera avmarkað. Tì er neyðugt at fáa greiðu á, hvat hetta mál snýr seg um. Er tað veruliga so, at tað eru undirskriftirnar hjá grannunum, sum hava gjørt, at ætlanin fall fyri bakka, ella hvat er orsøkin?
Tað hevur eisini verið víst á, at onkur av fólkunum, sum skuldi fáa bústað á Íslandsvegnum, høvdu fingið at vita, at tey skuldu fáa bústað á Íslandsvegnum, og vóru farin at fyrireika seg at flyta inn. Hesi menniskju eru nú sjálvsagt sera vónbrotin, og kenna seg sviknan - enn einaferð.
Spurningurin er eisini, hvønn leiklut Bústaðir skal hava. Er ætlanin, at teir skulu átaka sær stovnsbygging, ella hvussu?
Søgan hevur víst okkum ræðuligu avleiðingarnar av manglandi vitan og stigmatisering av sálarsjúkum. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtur. Í áratíggjur hevur verið arbeitt móti at niðurbróta henda hugburð og geva rúmd í samfelagnum fyri øllum. Spurningurin er, hvussu langt vit eru komin á leiðini.
Tað almenna má ganga á odda og vera vegvísari fyri, hvussu vit í føroyska samfelagnum vísa í verki, at vit eru eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Tí er umráðandi at fáa greiðu á, um tað eru undirskriftir hjá grannum, sum hava gjørt, at ætlanin á Íslandsvegnum datt niðurfyri. Tì er spurning¬urin eisin,i um Almannaverkið/Almannamálaráðið og Bústaðir hava latið grannahoyringina vera avgerandi fyri avgerðina um at sleppa ætlanini á Íslandsvegnum.
Somuleiðis er umráðnadi at fáa greiðu á, hvør ætlanin nú er at útvega teimum, sum eftir ætlan skuldu búgva á Íslandsvegnum, bústað.
Á Løgtingi, 22. oktober 2014
Sirið Stenberg

