Í Búskaparfrágreiðingini er orðað ein ætlan um broytingar á fyritiðarpensjónsøkinum. Sum nú er, verður fyritíðarpensjón latin frá tí degi, umsóknin er send, men ætlaða broytingin hevur við sær, at pensjónin verður veitt frá tí degi, hon verður tillutað.
Spurningarnir eru tí :
1. Hvussu long er viðgerðartíðin í meðal, tá ið søkt verður um fyritíðarpensjón?
2. Hvussu fer man at tryggja sær, at fyritíðarpensjónsumsøkjarin hevur nakað at liva av í tíðarskeiðnum, har pensjónin verður viðgjørd?
3. Hvat er endamálið við hesi broyting, og hvussu fer broytingin at ávirka livikorini hjá fyritíðarpensjonistum?
Viðmerkingar
Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk greiða frá, at umsóknir um fyritíðarpensjón eru drúgvar og truplar at avgreiða. Fólk eru samstundis ofta í truplari støðu vegna sjúku ella øðrum umstøðum, ið gera tey óarbeiðsfør, antin partvíst, ella heilt. Tað, sum ofta fær tað at hanga saman fíggjarliga, er, at tey vita, at um so er, at pensjónin verður tillutað, so er tað frá tí degi umsóknin er send. Ofta mugu rokningar og annað bíða, til pensjónin kemur ígjøgnum, so fyrsta gjaldið fer í mongum førum til at gjalda tað, sum hevur ligið á láni. Í fyriliggjandi ætlan verður hetta broytt, og kemur hetta óivað at gera umstøðurnar munandi truplari hjá ávísum fyritíðarpensjónistum.
Um fyritíðarpensjónisturin hevur fingið almannaveiting í bíðitíðini, verður hendan mótroknað eftir føstum leisti, alt eftir hvør veiting er veitt. Tískil fær landskassin ein part aftur, longu sum nú er.
Somuleiðis verða krøvini til dagpening herd. Ein broyting, sum eisini ávirkar negativt hjá teimum fyritíðarpensjónistum, sum brúka sín restarbeiðsførleika á arbeiðsmarknaðinum.
Á Løgtingi, 17. apríl 2012
Sirið Stenberg

