Sirið spyr hví játtanirnar til ymisku røktarheimini og sambýlini eru so ymiskar

17 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Løgtingsmál nr. S-29/2013: Viðvíkjandi hví játtanirnar til ymisku røktarheimini og sambýlini eru so ymiskar

1. Hvørjar grundgevingar eru fyri, at játtanirnar/normeringarnar til røktarheimini og sambýlin eru so ymiskar?

2. Er nøkur ætlan um at broyta normeringarnar fyri at javnstilla stovnar og økir?

3. Eftir hvørjum leisti eru demensplássini deild kring landið?

4. Fer játtanin hjá røktarheimunum og sambýlum at halda fyri 2014?

Viðmerkingar:

Tað kann undra, at normeringarnar á røktarheimum og sambýlum eru so ymiskar. Til dømis kunnu røktarheim við sama búfólkatali hava heilt ymiskar normeringar. Spenni er vítt. T.d er normeringin á Boðanesheiminum 0,85 starvsfólk pr. búfólk, á Áargarði 0,97 starvsfólk pr. búfólk, sambýlið í Kollafirði 1,17starvsfólk pr. búfólk og sambýlið í Vági 0,74 starvsfólk pr. búfólk. Og soleiðis eru normeringarnar ymiskar frá 0,70 til 1,17.

Tað kann hugsast, at tænasturnar eru ymiskar, og at ójavna talið á plássum til fólk við demensi og samlaða búfólkatalið á einstøku stovnunum eru partar av orsøkini. Men neyvan øll orsøkin.

Tað, sum undrar spyrjaran, er, hvussu tað ber til, at eitt røktarheimspláss í Vestmanna, á Tvøroyri ella í Tórshavn ikki geva somu normering. Og tað sama við sambýlunum, har normeringarnar eru sera ymiskar. Tí sóknast spyrjarin eftir, um ætlanir eru at broyta normeringarnar soleiðis, at eitt búpláss á røktarheimi útloysir xx normering, eitt pláss á sambýli xx normering og xx normering til fólk við demensi. Tað undrar, at eitt røktarheimspláss hevur ymiska normering, og at tað ikki er eins, líkamikið hvar í landinum tað er.

Eisini er tað undrunarvert, hvussu demensplássini eru fordeild. Tí sóknast spyrjarin eftir at vita, hvussu hesi verða fordeild. Eisini er áhugavert at fáa at vita, um røktarpláss/demenspláss vera eftrmett í mun til, at støðan hjá fólki broytist. Fólk, sum við tíðini eru vorðin dement, vóru ikki neyðturviliga dement, tá ið tey fluttu inn á røktarheim ella sambýlið at búgva. Tað er eisini undrunarvert, at tað t.d ikki eru demenspláss á øllum teimum nýggju røktarheimunum, og er hetta ikki tað, sum t.d víst hevur verið á bæði í grundgevingunum fyri at byggja heimini, og í ætlanum og útsøgnum um búplássini.

Í 2013 vóru trupulleikar á eldraøkinum, sum viðførdu, at boð vórðu givin um at skerja bæði røkt og tænastu til tey eldru. Fyri at bøta um hetta vóru eykajáttanir givnar. Tí er umráðandi at fáa greiðu á, um játtanin fer at halda í ár, so tað ikki kemst út í tað sera óheppnu støðu, sum vit upplivdu í fjør, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi vóru í dýrastu neyð og upplivdu at vantandi játtan beinleiðis ávirkaði umsorganina fyri teimum eldru. Umráðandi er eisini, at játtanin er nøktandi í ár, tá ið eldraøkið eftir ætlan skal leggjast út fyrsta januar 2015 við tí fígging, tað í dag hevur.

Á Løgtingi, 14. mars 2014

Sirið Stenberg