Sirið setur tveir § 52a fyrispurningar

10 December 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a um endurmenning, at svara skrivliga eftir TS § 52a

1. Fer landsstýriskvinnan at virka fyri, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanes-heiminum kann halda áfram í komandi ári?

2. Hvussu fer landsstýriskvinnan at tryggja heimabúgvandi borgarum gerandis-rehabilitering og ambulanta rehabilitering?

Viðmerkingar

Boðanesheimið hevur havt verkætlan við samdøgursrehabilitering frá august 2013. Verkætlanin hevur roynst væl, og 15 fólk hava verið til samdøgursrehabilitering. Víst hevur verið á, at fólk aftaná eitt samdøgursrehabiliterandi uppihald eru væl fyri og í mongum førum hava styrkt sínar førleikar so mikið, at tey væl kunnu klára seg í egnum heimi, annaðhvørt við hjálp ella uttan. Mett verður, at rehabiliteringin sparir bæði landskassanum og tí einstaka borgaranum nógv, tí fólk fáa betri førleikar og lívsgóðsku, og harvið megna at vera í egnum heimi longri, enn um tey onga rehabilitering fingu. Tvørfakliga verkætlanin á Boðanesheiminum endar 20. desember og óvist er, um peningur er til at halda áfram komandi ár, hóast fólk standa á bíðilista at koma inn. Tí er spurningurin til landsstýriskvinnuna, um hon vil virka fyri, at hetta tilboð kann halda áfram.

Alneyðugt er eisini við rehabilitering til heimabúgvandi. Bæði sum ambulant tilboð, har fólk kunnu koma inn á eitt nú røktarheimini og fáa fakligt tilboð um endur¬menning har, ella heima við hús, har økisterapeuturin kann veita tænastuna. Hesar tænastur skulu viðvirka til at viðlíkahalda førleikar, sum fólk hava endurvant, somuleiðis sum tað er eitt heilsufremjandi tilboð til heimabúgvandi, sum kann styrkja og viðlíkahalda førleikar, og harvið fremja góða heilsu. Hesi tilboð eru sera óeins um landið. Nøkur øki bjóða tænastuna og onnur kanska skerda tænastu, meðan onnur næstan onga tænastu veita.

Fyri at fáa samanhang í endurmeningartilgongdina er neyðugt, at ambulanta og gerandisrehabiliteringin vera framd í forleingilsi av samdøgursrehabiliteringin - eins og umvent. Tí er áhugavert at vita, hvussu landsstýriskvinnan fer at tryggja eina samanhangandi rehabiliteringstilgongd fyri allar borgarar.

Á Løgtingi, 10. desember 2013

Sirið Stenberg

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. um hví m.a. fyritíðarpensjónistar eru hildnir uttan fyri nýggju eftirlønarsamansparingina, settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu at svara skrivliga

1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, hví ávísir bólkar av fólki ikki eru fevndir av nýggju eftirlønarsamansparingini?

2. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja hesum fólkum góð fíggjarviðurskifti, tá ið tey fara um fólkapensjónsaldur

Viðmerkingar

Nýggja eftirlønalógin leggur upp til, at allir borgarar nú sjálvir skulu spara saman til síni ellisár. Kravda eftirlønarsamansparingin byrjar longu í komandi ári. Hóast hetta, so eru nakrir samfelagsbólkar hildnir uttanfyri, og tann størsti er kanska fólk, sum fáa fyritíðarpensjón. Spurningurin er, hvørjar orsøkir liggja til grund fyri, at nøkur fólk ikki eru fevnd av nýggju eftirlønarlógini.

Tað tykist óvist, hvat skal henda við fólkapensjónini, sum vit kenna hana í dag. Lands-stýriskvinnan hevur alment víst á, at væntast skulu broytingar, og at mótroknað fer at verða í grundarupphæddini. Útfrá hesum verður fólkapensjónin, sum vit kenna í dag, har øll hava rætt til pensjón, burtur.

Fólk, sum fáa fyritíðarpensjón, fáa hesa vegna skerdan arbeiðsførleika. Í teirra viknisføru árum hava tey tí ikki havt møguleika at forvunnið sær annað enn sera avmarkaða inntøku. Fyri nøkur er tað eisini trupult at liva av fyritíðarpensjónini, og sum tað sær út til við nýggju eftrlønarlógini, fer tað eisini at verða trupult at vera gamal í Føroyum, um tú hevur verið so óheppin, at lívsleiðin og lagnan lagaði seg soleiðis, at tú tíverri vart skerdur í arbeiðslívinum. Tí er áhugavert at hoyra, hvussu landsstýriskvinnan ætlar sær at tryggja, at m.a fyritíðarpensjónistar fáa eina inntøku at liva av á ellisárum, og hvat skal henda við fólkapensjónini.

Á Løgtingi, 10. desember 2013

Sirið Stenberg