Munnligur fyrispurningur il aj Leo Holm Johannesen, løgmann vðvíkjandi landsstýrismanninum í fíggjarmálum
1. Hevur løgmaður álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum?
2. Hevur løgmaður ætlanir um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um tollmálið hjá Jørgen Niclasen, ella fer løgmaður at krevja, at landsstýrismaðurin í fíggjamálinum leggur fullfíggjaða frágreiðing fyri Løgtingið, ella ferð løgmaður at taka onnur stig í hesum máli?
Viðmerkingar
Seinastu tíðina hevur mikið fokus verið á landsstýrismanninum í fíggjarmálum í samband við sonevnda tollmálið, har sáddur er ivi, um landsstýrismaðurin hevur framt lógarbrot við at selja ótollaðar vørur.
Í hesum sambandi er umráðandi at vita, um løgmaður hevur álit á landsstýrismanninum, og um løgmaður metir landsstýrismannin í figgjarmálum kunna umsita sítt málsøki, sum millum annað eru tollmál.
Umráðandi er eisini at fáa greiðu á, um løgmaður ætlar at kunna Løgtingið nærri í hesum máli, fer at krevja at landsstýrismaðurin sjálvur leggur frágreiðing um málið fyri Løgtingi, ella um løgmaður tekur onnur stig í málinum.
Á Løgtingi, 28. januar 2014
Sirið Stenberg
Munnligur fyrispurningur il nniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og ávirkan á umsøkjarar av fyritíðarpensjón
1. Hvussu nógv fólk eru komin á arbeiðsmarknaðin eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk?
2. Hvussu langa tíð tekur tað nú at fáa avgreitt umsóknir til fyritíðarpensjón?
3. Eru tað fólk, sum hava søkt fyritíðarpensjón, sum standa og bíða eftir t.d tillagaðum starvi?
4. Eru nokk av arbeiðstilboðum á arbeiðsmarknaðinum til fólk at fara út í eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk?
Viðmerkingar
Lógin um arbeiðsfermjandi tiltøk bleiv samtykt av einum samdum Løgtingi. Eingin ivi er um, at eitt samt Løgting ynskir, at allir borgarar fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið, og at øll ynskja ein arbeiðsmarknað fyri øll. Tì er ynskiligt at vita, um lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur bøtt um møguleikarnar hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika at koma út á arbeiðsmarknaðin.
Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at umsóknir um fyritíðarpensjón hava havt í so drúgva viðgerðartíð, við dømum á yvir tvey ár. Tí er umráðandi at fáa greiðu á, um viðgerðartíðin er minkandi, og hvussu long viðgerðartíðin nú er.
Umráðnadi er eisini at vita um fólk, sum hava søkt fyritíðarpensjón, ítøkiliga standa og bíða eftir arbeiðstilboði, endurbúgving ella øðrum arbeiðstilboði eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, og um nokk av arbeiðstilboðum eru tøk.
Á Løgtingi, 28. januar 2014
Sirið Stenberg
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum víðvíkjandi ansingarsamsýning og rættindum hjá teimum, sum ansa fólki millum 18 og 67 ár heima
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at broyta kunngerðina um ansingarløn, so møguleiki verður at søkja ansingarløn hjá fólkum, sum ansa teimum, sum eru millum 18 og 67 ár?
2. Um ja, nær verður henda broyting framd?
3. Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum fyri henda málbólk og avvarðandi teirra frameftir?
Viðmerkingar
Spurningurin verður reistur í sambandi við, at tað alment hevur verið víst á, at familjur, sum varða av fólki við menningartarni, hava rent seg í trupulleikar við at fáa ansingarløn, ella aðra kompensatión fyri at ansa sínum heima.
Víst hevur verið á, at eingin heimild er í kunngerð at veita ansingarløn til fólk millum 18 og 67. og at hetta er orsøkin til, at ávísar familjur nú eru í tí støðu, at tey ikki hava havt annað enn røktarvið¬bót at liva av í áravís.
Familjur sum ansa sínum heima, og harvið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, fáa sostatt onga nøktandi inntøku.
Landsstýsiskvinnan hevur heimild at gera kunngerðir og kann sostatt broyta kunngerðina. Tì hesin spurningur, um landsstýriskvinnan er sinnað at broyta kunngerðina, og hvørji stig landsstýris¬kvinnan annars metir neyðug fyri henda málbólk, so vit liva upp til ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, sum bera brek.
Á Løgtingi, 28. januar 2014
Sirið Stenberg

