Sirið setur tríggjar fyrispurningar

10 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi fráfaringarlønum


1. Hvussu ber tað til, at fráfarandi stjórin á Eldradeplinum fær oman fyri 700.000 kr. í fráfaringarløn?


2. Hava stjórar hjá tí almenna, her Almannaverkinum, aðrar uppsagnartreytir enn onnur starvsfólk? og um so er hvør er grundgevingin fyri hesum?


Viðmerkingar
Vísandi til upplýsingar í miðlunum í sambandi við, at stjórin í eldradeplinum er farin úr starvi, verður víst á, at stjórin fær oman fyri 700.000 kr. í fráfaringarløn. Víst verður á, at stjórin hevur hálvt árs uppsagnartíð.
Sjálvsagt skulu starvsfólk hava tað, sum tey sambært sáttmála hava rætt til. Spurningurin er bara, hví upphæddin er so langt oman fyri ta upphædd, sum eitt hálvt árs uppsøgn hevði havt við sær.


Í hesum sambandi hesir spurningar at lýsa støðuna nærri


Á Løgtingi, 10. september 2013
Sirið Stenberg



Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi kynsligum ágangi


1. Hvussu langt er arbeiðið við at gera eina heildarætlan at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang komin áleiðis?


2. Hvørji ítøkilig átøk til hjálp og viðgerð kunnu fólk við seinárinum av kynsligum ágangi vænta sær, og nær ?


Viðmerkingar
Tann 27. november 2012 bleiv uppskot um at fáa eina heildarætlan at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang lagt fyri Løgtingið. Tann 23 apríl í ár bleiv uppskotið samtykt av einum samdum Løgtingi. Spurningurin er nú, hvussu langt hetta arbeiðið er komið, og nær tað kann væntast liðugt.


Viðgerðin í Løgtinginum vísti týðiliga, at neyðugt var at fáa eina heildarætlan, sum skuldi seta inn á fleiri økjum, soleiðis at allir tættir í hesum vanlukkuliga málið kundi verða lýstir til fulnar, og hjálp og viðgerð kundi setast í verk til øll tey, sum á ein ella annan hátt eru rakt. Víst varð á, at neyðugt var at seta inn í mun til tey fólk og tær familjur, sum livað við seinárinum, umframt fleiri onnur neyðug átøk.


Bólkurin av fólki, sum liva við seinárinum aftaná tað, tey hava verið ígjøgnum, er ein sera viðbrekin bólkur, og í mun til aðrar bólkar hevur hesin bólkur sera trupult við at fáa hjálp. Tí hesin spurningur við serligum fokus á, hvat landsstýriskvinnan kann vísa á, at hesin bólkur kann vænta sær, og nær.

Á Løgtingi, 10. september 2013
Sirið Stenberg


Munnligur fyrspurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sum eisini umsitur innlendismál, viðvíkjandi viðurskiftum í sambandi við Skálafjarðartunnilin

1. Er 1 millión goldin í break-fee til CIP orsakað av, at sáttmálin ikki er undirskrivaður?


2. Hvussu nógvur peningur er brúktur í 2013 upp á arbeiðið í sambandi við Skálafjarðar¬tunnilin?


3. Er CIP framvegis í samráðingum við Innlendismálaráðið um Skálafjarðartunnilin, ella hava teir trekt seg úr samstarvinum?


4. Hevur løgmaður ætlanir um, at peningur úr Samhaldsfasta skal brúkast í sambandi við nýtt uppskot um Skálafjarðartunnil?


Viðmerkingar
Í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin eru fleiri ósvaraðir spurningar. Víst hevur verið á, at ein millión skuldi gjaldast í break-fee, um sáttmálin við CIP ikki varð undirskrivaður áðrenn ávísan dag, sum nú er farin. Spurningurn er tí, um milliónin er goldin.


Somuleiðis er áhugavert at fáa at vita, hvussu nógv tað arbeiðið, sum hevur verið lagt í verkætlanina um Skálafjarðartunnilin, hevur kosta samanlagt í 2013.


Í miðlunum hevur verið víst til fæið í Samhaldsfasta sum ein møguligan fíggingarmøguleika í eini nýggjari verkætlan um Skálafjarðartunnil. Kann løgmaður váttað, um tað verður arbeitt við hesum, ella um løgmaður hevur ætlanir um at arbeiða víðari við at brúka av fænum úr Samhaldsfasta til fígging av komandi tunnilsverkætlan.

Á Løgtingi, 10. september 2013
Sirið Stenberg