Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvar serundirvísingartímar hava fólkaskúlarnir søkt um til skúlaárið 2012/2013
2. Hvussu nógvir tímar eru játtaðir til serundirvísing í fólkaskúlunum skúlaárið 2012/2013.
3. Í hvørjum økjum í landinum hevur Mentamálaráðið serskúlatilboð ella serstovur í fólkaskúlunum.
4. Hvør hevur ábyrgdina av at skipa skúlatilboð til børn við serligum tørvi í fólkaskúlunum.
Svar
Ad. 1: Skúlarnir søkja ikki longur um tímar til serundirvíng og sernámsfrøðiligan stuðul.
Tímar til vanliga serundirvísing verða tillutaðir skúlunum í samlaðu tímajáttanini frá Mentamálaráðnum. Hetta tímatal er 13% av næmingatalinum í einstaka skúlanum.
Sernám tillutar tímar til sernámsfrøðiligan stuðul eftir tørvi til næmingar, sum hava serligan tørv, sum ikki er fyribils eftir § 12 í fólkaskúlalógini.
Ad. 2: Fyribils tillutaða tímatalið til vanliga serundirvísing skúlaárið 2012/13 er 897 undirvísingartímar um vikuna. Endaliga tímatalið til vanliga serundirvísing hjá einstøku skúlunum verður endaliga ásett við støði næmingatalinum 1. september 2012.
Tillutaða tímatalið til sernámfrøðiligan stuðul skúlaárið 2012/13 er 1185 undirvísingartímar um vikuna. Harumframt eru tillutaðir 1433 námsfrøðiligir stuðulstímar um vikuna. Viðmerkjast kann, at higartil eru tað 405 næmingar, sum skúlarnir hava fingið tillutað tímar til.
Sernám umsitir játtanina til næmingar, ið hava tørv á sernámsfrøðiligum stuðli. Grundarlagið undir tímatillutanini er ásett í § 12, og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, sum hava fingið staðfest ein serligan tørv, sum ikki er fyribils.
Mannagongdin í sambandi við tímatillutanina eru støðu- og eftirmetingarfundir við skúlarnar um læru- og menningartilgongdina hjá einstøku næmingunum. Næmingarnir talan er um eru:
- næmingar, sum eru í skipanini frammanundan,
- næmingar, sum í skúlaárinum hava fingið staðfest at hava serligan tørv,
- næmingar, ið byrja í 1. flokki, og sum hava fingið staðfest tørv á sernámsfrøðiligum stuðli.
Ad. 3: Tað er einstaki skúlin, sum sambært fólkaskúlalógini skipar alt virksemi skúlans. Í hesum skúlaárinum eru serstovur/serskúlatilboð skipað í trimum fólkaskúlum kring landið. Hesi skúlar eru í Tórshavn, Klaksvík og Runavík. Hesir hava í samráð við foreldur og Sernám skipað sernámsfrøðiliga stuðulin við serliga tilrættaløgdum undirvísingartilboðum til næmingar, sum ikki hava fingið nøktandi úrtøku í vanligu floksundirvísingini. Hesir næmingar hava tørv á einum meira vardum skúlatilboði, har innihaldið í undirvísingini verður skipað í breiðasta høpi, og tekur atlit til ítøkiliga tarn og menningarstøði hjá tí einstaka næminginum.
Harumframt hevur Mentamálaráðið síðani 2009 í samstarvi við Tórshavnar kommunu og Sernám skipað serligt serskúlatilboð, sambært § 45. stk. 6 í fólkaskúlalógini. Tilboðið er ætlað næmingum, sum megna fakligu krøvini í fólkaskúlanum, men hava havt trupult at fóta sær í vanligu skúlaskipanini.
Ad. 4: Tað er skúlaleiðslan á einstaka skúlanum, sum í samráð við lærarnar skipar alt virksemi skúlans og leiðslan tekur allar ítøkiligar avgerðir í mun til undirvísingartilgongdir hjá einstøku næmingum. Skúlaleiðslan hevur ábyrgd av, at allir næmingar skúlans taka lut í undirvísingini sambært § 45 og hevur eftirlit við, at allir næmingar fáa nøktandi úrtøku av undirvísingini.
Serundirvísingina og sernámsfrøðiliga stuðulin skipa skúlarnir í samráð við Sernám. Ítøkiligu undirvísingina til næmingar, ið antin hava tørv á serundirvísing ella sernámsfrøðiligum stuðli, skipar leiðslan saman við fakbólkunum í førleikastovunum, sum frá skúlaárinum 2012/13 eru skipaðar í fólkaskúlanum.
Vinarliga
Mentamálaráðið
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

