Sirið fingið svar upp á fyrispurning

11 December 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á fyrispurning frá Siri Stenberg, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-20/2013, viðvíkjandi Fyrispurningur um alternativa havn til Smyril

Spurningurin var soljóðandi:

Fyrispurningur um alternativa havn til Smyril, settur Johan Dahl, landsstýris¬manni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Smyril hevur alternativa havn at fara í, tá ið tað ikki ber til at leggja at í Tórshavn?

Viðmerkingar

Støðan á suðuroyarleiðini er í løtuni ótolandi.

Av tí at Smyril, vegna brek, ikki siglir við fullari megi, eru nógvar avlýsingar og seink¬ingar, og enntá er Smyril vendur suður aftur aftaná at hava ligið uttan fyri molan í Havn og ikki fingið lagt at.

Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru ein sera stórur bági fyri fólk og vinnuna. Dagliga ferðast fólk til arbeiðis bæði innanoyggja og til útlandi, fólk skulu í læknaørindir, lestrarørindir, vinnan skal hava farm til og frá og mangt annað.

Samferðslu¬møguleikarnir eru av alstórum týdningi fyri eitt framkomið samfelag, og eru nøktandi samferðsluviðurskifti ein fyritreyt fyri at liva og virka í einum oyggja¬samfelag.

Tað kann vera drúgv tíð at bíða til Smyril er umvældur, tí er tørvur á eini bráðfeingis loysn á alternativari havn til Smyril í stundini.

Svar:

Ásannast kann, at Suðuroyarleiðin er komin í eina sera óhepna støðu, av tí at ein av teimum fýra høvuðsmotorunum havareraði í august. Hetta hevur viðført, at Smyril hevur minni orku at sigla við og av somu orsøk ávirka veðurviðurskiftini siglingina meira enn vanligt.

Eingin ivi skal tó vera um, at leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur arbeitt av øllum alvi fyri at loysa henda trupulleika.

Eingin líknandi motorur var á marknaðinum og tí bleiv neyðugt at framleiða ein nýggjan motor til Smyril, hetta tekur eitt sindur av tíð umframt at ein hóskandi skal loysn finnast fyri Suðuroyarleiðina ímeðan Smyril er í dokk, fyri at seta nýggja motorin í. Ein loysn er funnin á hesum og er avtala gjørd við Smyril Line um at nýta Norrønu sum avloysaraskip. Norrøna bleiv roynd á leiðini í vár og var hetta ein avbera góð loysn.

Tá tað ræður um alternativa havn eru Oyrareingir í Kollafirði helst besta boð. Henda havn er primer havn hjá Samskip í Føroyum og er tí ikki altíð pláss tókt til Smyril.

Bryggjan á Sundi er ikki egnað vegna vánaligar fendarar, ov nógv sug og ov stuttan bryggjubakka (65 m).

Í Runavík eru góðar umstøður, men har er ein trupulleiki við sliskuni (skráin) til hekku-portrini, ið ikki passar til hekku-portrini á Smyrli. Tó er hetta avbjóðandi fyri logistikkin, her verður hugsað um avskiping og víðari frakt av farmi, bygdaleiðir o.s.fr., sum allur er lagdur til rættis út frá at Smyril leggur at í Tórshavn. Her er long leið at flyta alt góðsið víðari til Havnar til avskiping umframt at ferðatíðin fyri ferðafólk verður nógv longd.

Ein alternativ loysn kundi verið at landið bygdi eina havn – skraddaraseymaða til Smyril og hini strandfaraskipini, sum sigla á Tórshavn – á Argjalandinum, hetta hevði spart Strandfaraskipum Landsins uml. 6 mió. kr. í havnargjøldum til Tórshavnar Havn, umframt at Smyril kundi spart einar 5-6 mió. kr. í oljuútreiðslum. Henda minnijáttan kundi verið við til at fíggja alternativu havnina. Hetta hevði stytt um ferðatíðina á Suðuroyar- og Skopunarleiðini.

Leiðslan umborð á Smyrli er sera tilvitað um stóra týdningin, sum Smyril hevur fyri Suðuroyarleiðina, av tí at Strandfaraskip Landsins einki annað skip hava, sum kann setast inn á leiðina fyri Smyril, tí liggur tað fremst í huganum hjá leiðsluni, at Smyril ikki má fáa skaða. Tí er ikki bara sum at siga tað at leggja at í eini aðrari havn, sum mannskapið er óvant við og har viðurskiftini ikki eru skraddaraseymað til Smyril at leggja at.

Aðalmálið má vera, at ferðafólk og farmur koma til tað staðið, sum er ásett í ferðaætlanini.

Vinnumálaráðið, tann 11. desember 2013

Johan Dahl

landsstýrismaður