Undir herrópinum Frá fámannaveldi til Tjóðveldi hittast vit tjóðveldisfólk í Sandavági til árliga floksting okkara í 2014 -her løgmenn hava havt sítt gamla setur á Steig í Sandavági.
History does not teach fatalism. There are moments when the will of a handful of free men breaks through determinism and opens up new roads. Charles de Gaulle
Søgan lærir ikki lagnutrúgv. Tað eru løtur, tá viljin hjá nøkrum fáum frælsislyntum fólkum brýtur ígjøgnum noyðslustevnuna determinismuna og opna nýggjar dyr - gongur nýggjar leiðir. Hesi orð tók Charles de Gaulle, franski politikarin, til, og vit kunnu saktans gera tey til okkara. Okkara fremsta mál í Tjóðveldi er at stríðast og slóða fyri einum føroyskum fullveldi, men mótstøðan í okkara sundurlynta fólki hevur verið og er framvegis stór. Tað er ikki soleiðis at bróta vanahugsan, hjálendispolitikkurin situr djúpari enn so. Tað er sanniliga tað truplasta sum er, vit eru uppi í móti gamla orðatakinum vani bítur best.
Men merkið er høgt í føroyska grótið, í føroysku søguna, at vit valdu frælsi, vit valdu frælsi á ein demokratiskan hátt, har viljin hjá føroyska fólkinum kom til sjóndar. Men viljin bleiv tileinkisgjørdur, demokratiið, ið vit lovprísa, varð skúgvað til viks av danska konginum og danska statsvaldinum - eins og egnum landsmonnum okkara.
Onnur lond hava bart seg til frælsi, við blóðugum bardøgum og nógvum mannalívum.
4. juli í árinum1776 kunngjørdi amerikumenn, at tjóðin Amerika var fræls, og øll bond við Bretland og bretsku krúnuna vóru slitin. Bardagarnir høvdu vart í eini 8 ár, og endaðu við bretskum tapi við býin Yorktown, og frælsisyvirlýsingini 4. Juli varð kunngjørd. Skyldina fyri, at neyðugt var hjá teimum at ríva seg leysan góvu amerikumenn tí bretska konginum, kongur hevði ikki hildið sínar skyldur og hevði svikið amerikanska fólkið.
Í amerikonsku stýrisskipanini stendur í Fyrstu Grein, stykki 9 at eingin persónur í almennum starvi kann móttaka nakra gávu, embætið, aðalsheiti ella nakað heiti yvirhøvur frá nøkrum kongi, aðalsmanni ella fremmandum stati. Tí sæst amerikanski forsetin altíð bert við merkinum Stars and Stripes á jakkanum, ongum øðrum.
Í Føroyum kappast mangir politikarar um at vísa bringuprýði fram frá danska kongshúsinum, sum heiðursmerkið fyri trúgva og samvitskufulla og loyala tænastu ímóti danska ríkinum og kongshúsinum.
Hin føroyski sambandsveljarin hevur valt sambandsløgmann, ið við hond og fót stríðist fyri donsk áhugamál í Føroyum. Vit sóu hann í einari av teimum størstu altjóða kreppunum í nýggjari føroyskari søgu, har vit eru boykottað av stórveldinum EU. Ja, á Bermuda í shortsi. Og á føðingardegi sínum velur at siga við danska forsætisráðharran Helle Thorning, “Tak for Boykottet” Hetta má vera størsta undirbrotligheit, nakar leiðari í søgu heimsins hevur lagt fyri dagin, men sambandsveljarar klappa og halda hetta vera væl mælt. Høvuðsboðskapur teirra hevur tíbetur í høvuðsheitum miseydnast, at fara niður á fólkating at biðja pengar - teir fingu fyri eina miðalgóða danska villa, tað var alt.
Bidnir pengar muna ikki og skapa onki! Ódrúgvur er posamatur, søgdu tey gomlu, og hetta vistu tey av drúgvum lívsroyndum.
Hugsa vit búskapartøl okkara BTÚ sum ein køka ella eina stabbamynd, so sæst hvussu pinkalítil parturin av køkuni blokkurin er, og hann er so lítil, at tað kennist merkiligt? Undir 5 % Álvaratos, fólk, sum kalla seg vinnufólk og politikarar, sum siga seg umboða vinnuna trúgva ikki upp á ein vøkstur upp á 5% í egnum landi! Hvussu er teirra virði sum politikarar, ið skulu hugsa framskygni og ábyrgd?
Hvat er at ræðast? Setti Armstrong kanska krøv fram at vita, hvat var á mánanum, áðrenn hann legði til brots? Vistu forfedrar okkara kanska hvat teir skuldu vænta sær í havsbrúnni, tá teir løgdu frá landi og sigldu bæði vestur í hav og eystur í áunum í Ruslandi? Teir funnu land og teir komu á mánan! Okkara politikarar og vit fólk koma onga leið við slíkum hugburði, tað er vist.
Undangongumaður okkara, Erlendur Patursson, sum vit seinasta summar hátíðarhildu á 100 ára degi hansara, skilti hetta til fulnar. Hann strevaði fyri tí samfelag, ið styrkir um allar liðir. Búskaparfrøðingur var hann, men stríddist mangan óløntur at styrkja verkamannastættina, sjófólk okkara. Mangan man hava staðið nógv á í døpru fimmtiárunum, tá hann stóð á odda fyri tí øgiliga stríði og verkføllum, sum ongin hevði sæð makan. Og hetta hevur bjargað okkum eitt samfelag fyri øll. Uttan hetta øgiliga tak mundi verið soltið hjá fiskimannastættini, tí tá mundi reiðarastættin verið farin við tí mesta. Hansara dirvi og evni kunnu illa yvirmetast, og sum hann segði: í hjørtum okkara býr frælsið.
Hesi virði køvir sitandi samgonga.
Tað kann tykjast tungt, trupult, ella møðsamt, men tað er ikki ógjørligt. Karsten Hoydal lýsir støðuna væl í yrkingini um Barnið, bergið og blómurnar, tá hann sigur, at fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga. hann vegleiðir og sigur:
Barn mítt, mangur undan tær
søkti sama lendi,
mangur, mangur undan tær
sum armur aftur vendi.
Men, mítt barn, um blómur tú
vilt vinna eingin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir.
Frælsi kemur ikki úr ongum, og heldur ikki av tingborði eina. Frælsi fáa vit okkum, ein rættur vit hava skyldu til at stríðast fyri.
Vit í Tjóðveldi skulu tala søk Føroya, og eitt tað fyrsta er at endurvinna trúnna á, at vit kunna sjálv, at vit eiga virðiligar politikarar, og at at vit duga sjálv.
Tjóðveldispolitikkur er altíð ein góð søk!!
Grót á góðan grundarstein
Latum okkum laða,
Fedra lív og ættargrein
Fram í dagin draga
(M.D. á Ryggi 1940)
Stóra tøkk tit í felagnum her vesturi, at tit leggja tykkara afturat varðanum, vit framhaldandi laða.
Gott floksting, frændir mínir allir, gævi hetta ting leggur so mikið afturat, at vit eins og eystmaðurin her bygdi, Torkil Onundarson, meitla í grót søgu okkara og framtíð.
Óluva Klettskarð.
