Frá politiskari útluting til javnbjóðis marknaðartreytir
Undranin um, at politisku flokkarnir ikki hava megnað at finna eina semju um framtíðar fiskivinnuna, er stór millum manna. Fiskiríkidømið í Føroyum er yvir 550.000 tons árliga, og tað merkir í veruleikanum, at okkara fiskiríkidømi kundi breyðføtt einari millión fólkum hvønn dag í árinum. Meiri enn 10 tons av fiski eru til hvønn føroying um árið ella 30 kg av fiski um dagin. Vit tosa um ómetalig virðir, og alneyðugt er, at politisku flokkarnir hevja seg upp um ósemjurnar og finna eina loysn á hesum beinanvegin.
Livandi fiskiríkidømið hjá føroyingum:
- Noreg: 2,3 mió. tons/ár = 500 kg um árið pr. íbúgva
- Ísland: 1,1 mió. tons/ár = 3.500 kg um árið pr. íbúgva
- Grønland: 0,2 mió. tons/ár = 3.500 kg um árið pr. íbúgva
- Føroyar: 0,5 mió. tons/ár = 10.400 kg um árið pr. íbúgva= 28,5 kg um dagin til hvønn føroying
Seinastu árini hava vit ikki fingið tað burturúr, vit kundu. Vit hava sæð, hvussu útlendskur kapitalur hevur tikið alsamt størri ræði á vinnuni og hevur drigið stór avkast úr føroysku vinnuni og føroyska fólkinum. Rættindini savnast á alt færri hondum, og bara tey, ið kunnu leggja stórar upphæddir á borðið ella hava ein kapitalsterkan aktør aftan fyri seg, kunnu sleppa inn í vinnuna.
Hartil hevur privata sølan av rættindum tyngt vinnuna almikið, samstundis sum privatir eigarar hava tikið seg úr vinnuni við stórum virðum, við at selja fólksins ogn til onnur privat. Bara frá januar til oktober 2014 vóru handlar av loyvum fyri 552 milliónir krónur millum privatar aktørar. Ein slík skipan er hvørki gagnlig fyri aktørarnar í vinnuni ella fyri Føroya fólk.
Ein nýggjur fiskivinnupolitikkur er altavgerandi fyri framtíðar føroyska samfelagið og er lykilin til einar sjálvstøðugar Føroyar. Gera vit einki nú, endar tað við, at vit missa møguleikar fyri at gera eina nýskipan innan fiskivinnuna. Eydnast tað ikki at finna eina semju millum flokkarnar beinanvegin, er vandi fyri, at verandi skipan heldur fram eftir 2018.
Grundleggjandi eru tríggjar orsøkir til, at ein fiskivinnunýskipan er so avgerandi fyri okkara framtíð.
- Bæði føroysk vinna og Føroyaland skulu hava meira burtur úr okkara stóra ríkidømi.
- Tað má staðfestast, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, so rættindini ikki gleppa okkum føroyingum av hondum. Hetta skal somuleiðis staðfestast í føroysku grundlógini.
- Verandi vinna má framhaldandi hava góðar karmar, men onnur skulu eisini hava møguleika at sleppa framat. Hvørki av hesum er uppfylt við politiskari útluting.
Loysnin til hesa nýskipan er ikki einføld, men kortini er greitt, at vit føroyingar og politisku flokkarnir í Føroyum kunnu loysa hetta saman. Okkara uppskot til eitt felags grundarlag fyri einari loysn er hetta:
6 meginreglur fyri varandi semju
1. Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks
Loyvi og rættindi kunnu ikki keypast og seljast millum privat. Rættindini, t.e. kvotur og fiskidagar, fella aftur til landið, tá tey ikki eru brúkt. Samráðingar verða tiknar upp við vinnupartarnar um eina skiftisskipan í tíðarskeiðnum, tá farið verður burtur frá politiskari útluting til útbjóðing á almennum marknaði. Í lóg verða avmarkingar settar fyri, hvussu stóra atgongd einstakar fyritøkur hava til samlaða tilfeingið.
2. Stovnsrøkt og burðardygg veiða
Fiskiríkidømi skal vera varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Stovnarnir skulu endurnýggja seg, og vit skulu semjast um at fylgja ráðgeving, ið byggir á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva innsavning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
3. Á føroyskum hondum
Fiskirættindini skulu vera á føroyskum hondum og ikki á útlendskum. Bara fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum og fult skattskyldugar í Føroyum, kunnu taka lut í at veiða og troyta tilfeingið. Øll, sum starvast í vinnuni, skulu fylgja føroyskum reglum og galdandi sáttmálum á økinum.
4. Virðisøking í Føroyum
Alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands, og atkomiligt skal vera hjá føroyskum feløgum at bjóða upp á veiði, sum er veidd við føroyskum rættindum.
5. Føroyskir sáttmálar og reglur
Øll, sum starvast í vinnuni, skulu fylgja føroyskum reglum og galdandi sáttmálum á økinum.
6. Altjóða avtalur og atgongd til marknaðir og virðisøking
Føroyskir myndugleikar skulu við sterkum samráðingartoymi brúka alla orku at tryggja rættindi Føroya til felags fiskastovnar í Norðuratlantshavi, góðar avtalur um at fiska hvør hjá øðrum og at gera handilssáttmálar við onnur lond, ið geva marknaðaratgongd og virðisøking fyri føroyskar fiskavørur. Ein tílík skipan av fiskivinnuni er grundarlagið undir einum sjálvberandi og sosialt rættvísum Føroyum.

