Til Jóannes Ejdesgaard, formann Javnaðarfloksins
Att: John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum
samstarv eftir komandi val!
Samstarvsavtala
Síðani landsfundarsamtyktina hjá Javnaðarflokkinum, hevur ongin almenn fráboðan verið um, hvør kemur at umboða teir samstarvsblokkar, sum møguliga eru upp á tal. Tað er tí enn ein opin spurningur, um Javnaðarflokkurin framhaldandi sær seg best umboðaðan í einum blokki saman við ABC flokkunum, ella um landsfundarfráboðanin skal skiljast, sum at teir eru í ferð við at gera upp við hetta 6 ára gamla samstarv, til frama fyri einum vinstrahallum og / ella sjálvsstýrispolitikki.
Samgongusamstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi átti í ástøðini at verið tað mest upplagda. Sum verandi bólkaðir til vinstru í føroyskum politikki, átti tað at verið so sjálvsagt, at hesir flokkar funnu semjur um teir neyðugu reformarnir, sum hava verið ávegis alt ov leingi, men sum bara ikki blíva til nakað í ABCsamgonguni. Semjurnar mugu eisini gera upp við tann a-sosiala fíggjarpolitikkin og almannapolitikkin hjá ABC samgonguni. Skal samstarvið eydnast, eiga flokkarnir við hesum í huga at orðað eina politiska stevnu væl undan valinum, sum yvirskipað vísir veljaranum á, hvønn politikk fólkið kann vænta sær, koma hesir flokkar í samgongu.
Við hesi orðaðu stevnu hava politisku flokkarnir gjørt sær greitt, hvat teir vilja í eini samgongu, og hvørjar politiskar semjur, og hvørji politisk tøk mugu takast, skal samgongan yvirliva. Ikki minst gevur hetta veljaranum greið tekin um, at atkvøða hansara er ein stuðul til eina ávísa samgongu, og til ein ávísan politikk.
Slagið um løgmann eigur samstarvsblokkurin eisini at fáa avgreitt áðrenn valið. So kann veljarin gera sær greitt hvønn politikk hann við atkvøðu síni stuðlar, umframt hvør kemur at leiða tað samgongu, sum skal føra hendan politikk fram. Tjóðveldi metir, at tað er upplagt, at størsti flokkur í samstarvinum verður peikaður út sum løgmansflokkurin í eini komandi samgongu. Við hesum fyrireikingum við politiskum innihaldi og leiðslu er slóðin løgd fyri stórum framstigum í føroyskum politikki.
Fyri ikki at liggja sjóvarfallið av okkum verður hervið tikið stig til fund millum flokkarnar báðar, har evnið er "samstarv okkara eftir eitt komandi løgtingsval".
Vónandi verður hendan umbøn um fund móttikin við vælvild og svarað játtandi.
Vegna tingmanning Tjóðveldis
Annita á Fríðriksmørk

